Premier League felagið Chelsea hevur loksins funnið eina varandi loysn, tá talan er um høvuðsvenjarasessin.
Stóra italska ítróttarblaðið "La Gazetta dello Sport" skrivar, at Antonio Conte er "í prinsippinum" samdur at yvirtaka høvuðsvenjarasessin í Chelsea, aftaná EM-endaspælið í Fraklandi, har Antonio Conte, sum italskur landsliðsvenjari skal royna at vinna evropameistaraskapið.
Bretska blaðið "The Daily Mail" skrivar, at Conte hevur havt samráðingar við Chelsea seinastu vikuna, og sambært "The Daily Mail" hava partarnir eina munnliga avtalu, men enn væntar at samráðast um persónligu treytirnar í sáttmálanum. Sambært bretska blaðnum eru partarnir samdir um ein sáttmála uppá tvey ár.
Eitt annað navn, sum hevur verið uppi og vent, sum høvuðsvenjari hjá Chelsea er høvuðsvenjarin hjá Atletico Madrid, Diego Simeone, men 45 ára gamli Simeone hevur tikið avgerð um at verða verandi í Atletico Madrid.