Foreningen Norden, ið hevur til endamáls at styrkja og menna samstarvið og sambandið millum norðurlond, skipari fyri einum túri í august mánað, har eitt ferðalag kemur úr Danmark at ganga í fótasporunum hjá Barbaru.
Tað eru í ár 20 ár liðin, síðan Nils Malmros gjørdi filmin úm Barbaru, ið giftir seg við prestinum Harra Poul, ið kemur til Føroya sum nýggjur prestur. Harra Poul er triði presturin, sum Barbara er gift við og báðir hinir undanfarnu eru deyðir. Hóast presti verður frámælt at fáast við Barbaru, so forelskar hann seg í hennið alíkavæl. Filmurin er grundaður á bókina eftir sama navni, ið Jørgen Frantz Jacobsen skrivaði í 1939.
Á hesum túrinum, ið varar í eina lítla viku, skal ferðaliðið millum annað oman í Gongina, har Barbara var fødd og á prestagarðarnar, har hon búleikaðist. Umframt tað verður sjálvandi eisini nógv annað á skránni.