Tað gongur ikki long tíð, so hava vit nógv fólk aftur til arbeiðis.
Tað sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum í Leirvík.
Herfyri skrivaðu vit, at tað hevur eisini rakt Høvdavirkið meint, at oljuprísurin er lækkaður so nógv, tí tað hevur sligið botnin undan høvuðsmarknaðinum, sum er Nigeria. Og í gjár skrivaði Dimma, at Høvdavirkið hevði sent 50 fólk til hús.
Men Eirikur á Húsamørk sigur, at tað verður bara fyribils, og um stutta tíð er aftur nógv fólk til arbeiðis á Høvdavirkinum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá støðuni.