Evrard Ble sat uttanfyri girðingina og eygleiddi liðfelagar sínar í dystinum í gjár. Hann var leikbannaður og var tískil ikki tøkur.
– Eg meti at GÍ var nakað betri enn vit. Teir høvdu bóltin væl meira, og tað var ein uppiborin sigur teir fingu, heldur Evrard Ble.
Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men hóast GÍ var omaná, so var heimaliðið á ongan hátt útspælt. Í seinna hálvleiki er tað GÍ sum setir treytirnar heilt fram til málið, men so raknar VB/Sumba við og er ógvuliga nærvið at javna í yvirtíðini. Hvat er tað sum hendir?
– Fyrra hálvleik brúka liðini til at hyggja eftir hvørjum øðrum og hvussu tey spæla, men í seinna hálvleiki leggja vit trýstið ov seint og tí gekk tað ikki hjá okkum, metir Evrard Ble, ið leggur aftrat, at dysturin var rættiliga harður.