Á Føroya Læraraskúla fingu nýggju fólkaskúlalærararnir prógvini handaði í farnu viku. Og samstundis, sum teir skulu út at royna sínar veingir í nýggja yrkinum, løgdu tveir av gomlu veteranunum á Føroya Læraraskúla frá sær, eftir drúgva tænastu.
Hans Holm og Ása Hátún søgdu henda dag takk fyri seg. Hans Holm handaði nýggju lærarunum prógvini. Hann hevur í mong ár starvast sum lærarai á Læraraskúlanum og hevur undirvíst í landalæru, ella geografi, og lívfrøði. Ása Hátún hevur eisini í mong ár starvast á skúlanum og hevur undirvíst í enskum og handarbeiði.
Ungur nemur, gamal fremur. Nú nýggju lærararnir fara undir nýggju yrkisleið sína, kunnu fráfarandi lærararnir njóta nýggju tilveru sína. Hans Holm kenna lesarar og ikki minst útvarpslurtarar frá sera gevandi og upplýsandi sendingum, har kunnað hevur verið um viðurskifti í øðrum londum og hjá øðrum fólkasløgum.
Fólkaskúlin og nýggja fólkskúlalógin hava verið nógv umrødd í ár og óivað standa nýggju lærararnir fyri spennandi og áhugaverdum avbjóðingum, nú teir við skúlaársbyrjan skulu taka við sum lærarar innan skúlagátt.; tykist lítil ivi vera um, at nýggi Havnarbáturin hevur eins góðan møguleika at vinna á komandi stevnunum, sum hinir bátarnir í tøttu kappingini millum 10?mannafør hava.
jh