Koma aftur í 2014

Sea Shepherd verður aftur at síggja í Føroyum í 2014. Tað boðar felagsskapurin frá á heimasíðu sínari.

Millum annað verður sagt, at talan hesa ferð verður um sera væl tilrættislagda herferð, har fólk á landi og á sjógvi skulu forða fyri at nakar grindahvalur letur lív, umframt at tey eisini ætla at leggja serliga sonar-útgerð á havbotnin kring Føroyar, soleiðis at ein ljóðmúrur skal halda hvalunum burtur frá føroysku firðunum.

Á heimasíðuni roynir felagsskapurin meira og minni sannførandi at grundgeva fyri, hví føroyingar skulu gevast við at drepa grind. Eitt nú verður trætan um makrel- og sildafiskiskapin nýtt sum argument. Felagsskapurin sigur her, at hóast Føroyar og føroyingar siga seg fiska burðardygd, so er ES av eini aðrari fatan og hevur tí sett handilstiltøk í verk. Sea Shephard vil vera við, at føroyska uppáhaldið um burðardygt grindadráp er eins væl ella illa grundað sum uppáhaldið um silda- og makrelfiskiskap, og at tiltøk tí eisini skulu setast í verk orsakað av grindadrápinum.

Sea Shepherd verður ætlandi í Føroyum frá juni til september í 2014.