Kom óvart á Smyril Line

Boðini frá týsku skipasmiðjuni um, at hon biður um gjaldsteðg, komu óvart á Smyril Line. Leiðslan í Smyril Line er farin til Týsklands á fund við skipasmiðjuna

Skipasmíð

Týska skipasmiðjan, sum smíðar nýggju Norrønu, hevur biðið rættin um at sleppa í gjaldsteðg. Skipasmiðjan hevur boðað Smyril Line frá hesum, og øll leiðslan í Smyril Line situr í dag á fundi við skipasmiðjuleiðsluna.
Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, segði við Sosialin í gjár, at tey vistu einki meira enn, at skipasmiðjan var komin í fíggjarliga trongstøðu, og hevði biðið um gjaldsteðg.
?Sjálvandi er tað eitt forskrekkilsi at fáa, men tey hava verið so mong, tók hann til, og legði samstundis dent á, at hann hevði fingið at vita frá skipasmiðjuni í gjáramorgunin, at tað framvegis varð arbeitt sum vanligt upp á Norrønu.
Óli Hammer vónar, at landspartastjórnin í Schleswig-Holstein fer at leggja uppí og fáa greitt málið.
?Tað eru hóast alt eini 800 arbeiðspláss, sum standa í vága, so tað er ikki smávegis, sigur hann. Norrøna stendur hálvliðug á skipasmiðjuni umframt tvey onnur næstan liðug skip fyri eina milliard, sigur stjórin á Smyril Line.
Hann sigur, at Smyril Line hevur onga ábending fingið um slíka støðu hjá skipasmiðjuni i seinastuni.
?Einaferð seinasta heyst segði skipasmiðjan fólki upp, men tað hildu vit vera farið nú, sigur Óli Hammer.