Kom til dyst!

Kongsvinger, har millum onnur Julian Johnson hava spælt, er í svárum fíggjarligum trupulleikum. Nú er so galið, at venjarin í felagnum hevur byrjað eitt ketu sms. – Nú er tað álvara. Kom og síggj Kongsvinger – Skeid á Glemselund í morgin. Tað eru nóg mikið av atgongumerkjum, so tak vinir og familju við. Hetta er um at bjarga felagnum... Mann saknar onki, fyrr enn mann hevur mist tað. Send hesi boð víðari til øll tú kennir, stendur millum annað sambært glomdalen.no í smsinum, sum venjarin, Tom Nordlie hevur sent til øll á síni telefonbók á síni fartelefon.

Hóast Kongsvinger hevur reyvina í vatnskorpuni fíggjarliga, so er liðið á einum øðrum plássi í næstbestu deildini, og liggur til uppflyting.