Stuttligt við dønum. Lívið um at gera at geva okkum eitt tilboð í 1946, meir enn tað var ikki lov! So avtalaðu vit okkum til meira í 1948. ‘Tit eru ikki serstøk tjóð, uttan heldur fólkasamfelag!’ – nú hevur forsætisráðharrin gift seg við langabbadóttir yrkjarans ið yrkti tjóðsangin; og børn teirra eita nøvn, ið ikki vóru loyvd føroyingum fyrr. Sama við undirgrundini og sama hevur verið við stjórnarskipanini.
Men sum forsætisráðharraheimið so væl sýnir, so flytast danir í kjaki. Eftir ta heilt heiðurligu royndina hjá løgmálaráðnum danska at muta ímóti stjórnaskipanini, svaraðu vit Bárður Larsen aftur í tíðarritinum Juristen, har vit settu fram viðmerkingar, sum vóru væl fagnaðar HYPERLINK "http://www.djoef.dk/Udgivelser/Juristen.aspx" www.djoef.dk/Udgivelser/Juristen.aspx. Við danir ber til at siga: ‘Kom og trætist!’ – og fáa okkurt líkinda burturúr.
Eisini í 1948 bar til at semjast við danir; í heimastýrislógini § 6, stk. 2 var ásett, at “Ivamál um føroyska heimastýrisins ræði... verða løgd fyri nevnd [við 2 valdum av ríkinum, 2 av landinum, 3 úr hægstarætti]. Eru teir fýra [politisk valdu] samdir, er málið endaliga avgjørt. [Um ikki, ráða hægstarættardómarar].”
Hetta er ein tann mest geniala áseting um framgongd ígjøgnum skilaprát, sum nakrantíð er uppfunnin – og í lívd av henni hava vit støðugt flutt mørk uttan at vekja grundlógartrøllið – vit hava fingið føroysk fólkanøvn, føroyska undirgrund, tjóðsang og tjóðpall... og hava nú uppskot um stjórarnskipan á borðinum, sum eigur at fara í hesa serligu nevnd at venda. Í øllum førum er greitt brot á heimastýrisskipanina, at lata onkran ‘Instant Supreme Court’ – justitsministerium, løgtingsskrivstovu ella onkran hissini heimligan kjallarajurist – gera úrskurð í málinum.
Og so ein áheitan...
Havi roynt av øllum alvi ikki at finnast at ella leggja meg út í virki miðlanna. Tá ið eg so nú, fyri eina ferð skyld, taki til orðanna, vóni eg pressan heldur mær til góðar og lurtar.
Stjórnarskipan Føroya í breiðari merking er í stuttum sagt politisku spælireglurnar í Føroyum. Vit hava longu stýrisskipan. Uppskotið um stjórnarskipan er partvíst ábøtur á hana, men fyrst og fremst øking við føroyskum rættindum og valdsavmarkingum, eisini miðlafrælsi og talufrælsi.
(Og nú kemur ábreiðslan:) Kjakið hevur higartil bara verið “er tað lov?” Juristur A sigur ja, juristur B sigur nei, danir nei, føroyingar ja, óendaliga. Sera lítið um hví, nærum onki um ásetingina í heimastýrislógini § 6, stk. 2 sum loyvir okkum at tamba grundlógina ella um t.d. íslendsku stjórnarskipanina frá 1874, sum livdi væl saman við grundlógini donsku.
Men verri enn, kjakið er ikki um bestu ásetingarnar um fíggjarvald, mest hóskandi skipan fyri altjóða sáttmálar, bestu javnvág millum frælsi og landaskil, og so frameftirni. Íslendingar hava fingið verðins bestu verju av “whisleblowers” – heldur pressan ikki at høvi er at fáa slíkt við? Jersild fekk dóm fyri, at mannrættindasáttmálin verjir miðlarnar betur enn danska grundlógin – eiga vit so ikki at umhugsa, hvat er betri fyrimynd hjá okkum?
Í grundlógarnevndini hava sitið omanfyri 20 av okkara frægu samfelagsfrøðingum við skili og áhuga fyri valskipan, kommunum, vælferð, talufrælsi... vel evni, tey hava skrivað um tað í mongum ávegis ritum og bókum nevndarinnar. Lat okkum hoyra frá teimum um innihaldið – gerið nakrar temasendingar og biðið um kronikkir uttan um okkum ‘the ususal suspects’ í grundlógarspurningum.
Góðu keru miðlar, gloymið kjakið, hvørt tað er “lov” at hava egna grundlóg! Sigið bara: ‘um vit nú siga, at tað er lov – hvussu skuldi so føroyska stjórnarskipanin sæð út?’
Sum Hermann Jacobsen segði í V4 á sinni: ‘onki er so ófordragiligt sum at trætast, tá tú veitst, at tú hevur rætt!’ Sjálvur tími eg ikki at eyðmýkja hesar botongjuristarnar meira.
Kunnu tit ikki venda kikaran móti innihaldinum? – Komið so og trætist!