Fyri at hetta skal lata seg gera, vil TSF eggja so mongum sum gjørligt at seta føroyskan tónleik á breddan hesa vikuna, 4.-10. mars. Sagt verður, at tað kann vera alt frá framførslum til framløgum, frá felagssangi til tónleikakaffi heima í stovuni. Bert hugflogið setur mørk.
Í fjør vóru tað fleiri dagstovnar, skúlar, spælistøð, kirkjur, kommunur og onnur, sum tóku undir við átakinum, og er vónin, at enn fleiri vilja vera við í ár.
Vónin við átakinum er, at vit í Føroyum bæði kunnu menna og varveita okkara tónleikaarv, og somuleiðis at kveikja áhuga fyri tónleiki og serliga føroyskum tónleiki. TSF vísir á, at tónleikur hevur ein serligan eginleika at savna fólk og at skapa vælveru, um tað so er at lurta eftir tónleiki, spæla tónleik ella syngja við.
Soleiðis gera tit
Tað er sera einfalt at gerast partur av Spæl Føroyskt vikuni. Tit skipa fyri einum ella fleiri tónleikatiltøkum í døgunum 4.-10. mars, og síðan boða TSF frá á booking(at)musikk.fo - so gerast tit partur av Spæl Føroyskt skránni.
Tónleikasamband Føroya varpar ljós á skránna og í tøttum samstarvi við KVF.











