Kom og kóka suppu

Hóast fjølmiðlar hava gjørt nógv burtur úr, at Johan Dahl hevur skikkað sær illa, so er boðskapurin framvegis tann sami: tað má og skal gerast bíligari at flúgva millum Føroyar og útheimin

Johan Dahl
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið


Tey 30 sekundini av einum veljarafundi suðuri í Vági fyrr í vikuni hava fylt nógv í fjølmiðlunum seinastu dagarnar.
Suppa er kókað uppá málið.
Niðurstøðan hjá miðlunum er, at Johan Dahl er illavorðin, tí hann hevur sagt ov nógv um, hvat er skilagott at broyta við flúgvingini millum Føroyar og útheimin.
Minnist tú, hvat málið snúði seg um? Neyvan. Tú minnist fjølmiðlasuppuna.
Í øllum sínum einfeldi snýr hetta seg um, at tað hoyrir ongastaðni heima, at føroyingar skulu betala ovurhonds stórar upphæddir fyri at ferðast millum Føroyar og umheimin.
Tak bara jólini, sum nú skjótt stunda til.
Hava tey ungu, sum ganga í skúla uttanlands, ráð til at koma heim til jóla? Neyvan hava tey øll tað. Eg giti, at foreldrini eru noydd til at hjálpa til, tí flogbillettirnar eru so hunda dýrar.
Hvussu við ommum og abbum, sum viðhvørt hava hug at fara av landinum at vitja síni børn og barnabørn? Prísurin flýgur næstan líka høgt uppi sum flogførini, og tí setast fólk aftur.
Og hvussu við familjunum, sum vilja sleppa í eina væl uppiborna summarferiu? Um familjan t.d. telur tvey vaksin og trý børn, so kostar ferian eina minni formugu.
Øll líða undir hesum. Fyritøkurnar her heima. Eisini tær útlendsku, sum kundu hugsast at vilja havt virksemi her hjá okkum. Og ikki at gloyma ferðafólk, ið skulu vera við til at gera Føroyar til eitt ferðavinnuland.
Onki er galið við Atlantic Airways sum felag. Starvsfólk, leiðsla og nevnd gera eitt gott arbeiði. Men støðan við teimum ovurdýru ferðunum er óhaldbar fyri okkum samfelag.
Landið verður upp aftur meira avbyrgt, enn tað longu er.
Í longdini forðar skipanin fyri búskapar- og fólkavøkstri.
Tað má og skal gerast bíligari at flúgva. Og vit vita, hvussu tað kann gerast.