Kom og dyrka ónøgdina!

Tað letur til, at ónøgdin hevur góðan gróðrarbotn í landið okkara. Men eg haldi henda gróðrarbotn vera væl veltan og sáddan av ávísum fakfelagsleiðarum. Ongin nevndur ongin gloymdur. Farið verður í skotgrøvina øðrumegin áðrenn samráðingarnar byrjar. Hin parturin stendur sum kánus. Hann veit úrslitið. Verkfall er úrslitið hvussu víkir ella vendir. Hetta er ein meldur undar slit. Viðurskiftini millum arbeiðstakara og -gevara versnað ár um ár. Men verkfallið býtur seg aftur í halan. Sama dag sum verkfallið byrjar fer prísurin á gerandisvørum upp. Hetta kemst av dýrkaðari lossing, útkoyring, tænastu og øðrum dagsverkið framt av tímaløntum er. Lønarhækking verður etin upp av príshækking. Eisini missa tey, sum eru verkfallsrakt, stóran part av síni inntøku. Tað tekur á og dag at vinna mista fongin innaftur. Men hvat? Júst komin uppundan aftur, er aftur verkfall. Meldurin heldur áfram. Hvat er stóra ætlanin aftanfyri verkføllunum? Er tað at taka lívið av ymsum vinnum her á landi? Er tað at fáa fólk frá at útbúgva seg? Tímalønin hjá ófaklærdum er nú so nær handverkaralønini, at áratíggjur skulu til fyri, at handverkarin merkir ágóðan av, at hann fór í læru til sítt lívsverk. Er hetta rætt? Er endamálið at enda bert at markerað seg, dyrkað ónøgdina og vísa, hvussu stórt vald ein fakfelagsformaður hevur? Eg spyrji bara.