Johan Dahl billar fólki inn, at um tey ikki velja Sambandsflokkin, sum er garantur fyri, at fíggjarligi stuðulin úr Danmark heldur fram, so verður hungur og hall í Føroyum.
Ein væl kend ræðumynd, sum eg trúi var á veg í søguna. Í hvussu so er hjá einum, sum gav seg út fyri at vera borgarligan.
Eg haldi, at Johan Dahl prógvar, hvussu studningstráanin kann forbrongla búskaparligt vit og skil.
Borgarliga hugsjónin hevur beint ta móttsattu fatanina av blokkinum. Blokkurin er beinleiðis ein forðing fyri menningini av føroyska búskapinum, og er hetta størsta hóttanin ímóti vælferðar samfelagnum.
Tað skuldi ikki verið neyðugt hjá mær at minnt Johan Dahl á, at tá føroyski búskapurin í 80-unum rapaði, var studningurin úr Danmark størstur. Og at vælferðarsamfelagið Føroyar ongantíð hevur verið meira hótt enn júst tá.
Blokkurin skal minkast við skili. Fólkaflokkurin vil eina búskaparsemju, sum minkar árliga studningin úr Danmark soleiðis, at hann er burtur í 2015.
Hetta er eitt týdningarmikið signal til fíggjarheimin og til allar partar í samfelagnum soleiðis, at
Føroyski búskapurin fær neyðugu tíðina at tillaga seg, vaksa og geva vælferðini tryggasta grundarlagið, ið til er.
Johan Dahl skal vita, at smá lond (minni enn 1 mill fólk):
ikki eru fátækari enn onnur størri lond, at tey vaksa minst líka nógv, at tey
hava størri íløguhug, eru á hægri teknologiskum støði, hava betri útbúgvingartilboð,
hægri heilsustøði og eru væl skipaði.
6 av 10 heimsins ríkastu londunum eru lond við minni enn 1 mill innbúgvum,
9 av teim 20 ríkastu londunum eru smá lond (Ísland er nr 10 og Føroyar nr 20)
72 av heimsins 222 londum eru smá lond
fólkatalið veksur mest í smáum londum, hesi hava stórsta búskaparvøksturin og klára seg væl.
Kelda (UNCTAD 2004) Herman Oskarsson fyrilestur í Útnorðurráðnum 2007
Vit hava ongi vunnin rættindi í ríkisfelagsskapinum, sum tryggja vælferðina, soleiðis sum Johan Dahl vil vera við - tað eru góð dømi um tað.
Vit koma altíð at gjalda fullan prís fyri tær veitingar, vit fáa úr Danmark, og tað eiga vit eisini at gera. Alt annað er óverdugt.
Kom nú Johan Dahl. Bjóða framtíðini av.
Ongantíð hava spádómar sambandsfloksins um hungur og hall gingið út. Tvørturímóti hava føroyingar í strembanini eftir at bera seg sjálvar búskaparliga økt um virðingina fyri landi og tí fólki sum her býr.