Eftir lemjandi atfinningar mótvegis rikna politikkinum hjá samgonguni ikki bara nú altjóða arbeiðaradagin, men frá fyrsta degi samgongan varð skipað, kom Føroya løgmaður, Jóannes Eidesgaard við grundgevingini, sum so mong hava bíðað eftir. Grundgevingar fyri:
"hví samgongan tekur um tey vælbjargaðu?
"hví skerjingar rakar tey veiku, mentan og gransking?
"hví samgongan hevur eftirlíkað øllum krøvum frá donsku stjórnini?
"hví skúlar verða fluttir?
"hví løgmaður tekur Føroya løgting av ræði og sum gísla?
"hví Javnaðarflokkurin vrakar uppskot, sum gagna samhaldsfestinum?
Og soleiðis kundi listin gjørst enn longri. Gundgevingin stendur at lesa í Sosialinum 3 mai, og er:
».... at Javnaðarflokkurin sum samgonguflokkur fyrst og fremst hevði lagt seg eftir at fáa eitt gott samgongustev og harvið skapa arbeiðsfrið. Hetta var nú eydnast, segði hann. Eitt annað, sum Javnaðarflokkurin eisini vildi hava upp á pláss beinanvegin, teir komu í samgongu, var at fáa viðurskiftini millum Danmark og Føroyar í rættlag...«.
Eg hevði ynskt, at samgongan og løgmaður høvdu okkurt annað at borðreiða við, tá ið hvøssu atfinningarnar skuldi afturvísast. Tað er vorðið eitt sindur troyttandi, at undanfarna samgonga og Tjóðveldisflokkurin skal fáa »heiðurin« fyri líkt og ólíkt og nú eisini fyri, at Javnaðarflokkurin hevur blakað øll aðalmál á sjógv og rekur fyri vág og vind á politiska vígvøllinum.
So vita vit tað
Fyri tey, sum ikki vistu tað frammanundan, má tað eftirhondini vera ein staðfestur veruleiki, at borgarligur sambandspolitikkur er vørumerki hjá hesi samgonguni.
Samgongan hevur ein løgmann, sum so fegin vil ferðast millum aðrar statsleiðarar, men veruleikin er, at alt, sum hann fyritekur sær, skal umvegis danskar ráðharrastovur til góðkenningar, ímeðan samfelagið heima í Føroyum verður vanstýrt úr enda í annan; afturat sær hevur løgmaður nakrar landsstýrismenn, sum ikki taka eina einastu avgerð um nakað sum helst fyri tað kundi gamla skipanin verið galdandi fyri allar landsstýrismenninar.
So vit eru nøkur, sum høvdu ynskt, at løgmaður segði, sum var: at hann og Javnaðarflokkurin sita í samgongu kosta tað, tað kosta vil.
Eingin visjón eingi úrslit
Sum neyðbremsa er so Visjón 2015 komin á vøllin ein rúgva av arbeiðsbólkum, nógv góð fólk og glæsiligar framløgur og orð. Men skulu vit náa heimsins besta samfelag í 2015 við førda politikkinum? Skal ein samgonga - sum hevur gjørt avtalur við donsku stjórnina, sum staðfestir danskt yvirvald - rokna við at sleppa upp í part í altjóða samfelagnum sum ein danskur handlangari?
Eg trúgvi neyvan, at tey flestu hava eina hóming av, hvat endamálið er við fínu heimasíðuni og øllum arbeiðsbólkunum í 2015 ætlanini og satt at siga so trúgvi eg heldur ikki, at samgonguflokkarnir hava nakra visjón sjálvir, tað prógvar samgonguskeiðið higartil: eingin úrslit sum gagna samfelagnum bert teimum fáu.