Tvørturímóti gongur greitt fram av aftursvarinum, at Landsverk als ikki er sinnað at samstarva, men bara vil arbeiða eftir egnum vilja. Niðurstøðan í aftursvarinum er, at um Tórshavnar kommuna ikki leggur seg undir hugsanina hjá Landsverki, so verður eingin nýggjur innkomuvegur. Tað hevur eisini víst seg at vera so í verki, tí Landsverk hevur jú steðgað arbeiðinum!
Samstundis er Landsverk til reiðar at brúka eina avoldaða landsvegalóg sum jarnbrot, fyri at fáa júst sína loysn ígjøgnum. Landsverk hevur bílagt eina frágreiðing við »teimum røttu niðurstøðunum«, og við avtalubroti hevur stovnurin síðani syrgt fyri, at onnur sjónarmið ikki sleppa framat, tí Landsverk hevur noktað Tórshavnar kommunu at gjørt viðmerkingar til frágreiðingina, hóast ein greið avtala var um hetta frammanundan. So langt vil Landsverk ganga, bara fyri at fáa sítt ígjøgnum fyri ein og hvønn prís!
Neyðugt at kæra
Og hóast uttanveltaðir ferðsluserfrøðingar frá Rambøll & Nyvig hava víst á, at vegaloysnin hjá Landsverki er ikki nøktandi, hevur Landsverk niðurgjørt og mistonkiliggjørt hesa serfrøði, so kommunan ikki hevur havt annað val, enn at kæra Landsverk til Innlendismálaráðið.
Hesa frágreiðing mátti Tórshavnar kommuna taka stig til, tí Landsverk ikki var sinnað at lurta eftir fakligu sjónarmiðjunum hjá Tórshavnar kommunu. Niðurstøðan hjá Rambøll & Nyvig var, at ætlanin hjá Landsverki í verandi líki ikki er til gagns fyri høvuðsstaðin, og at ferðslutrygdin ikki er líka góð sum í teimum loysnum, kommunan hevur ynskt og mælt til. Tað skal eisini meira enn góður vilji til at skilja og góðtaka, at ein vegur við 80 kilometra hámarksferð ígjøgnum bygt øki er ein ferðslutrygg loysn!
At Landsverk heldur seg kunna gera, sum tað passar stovninum, eru eisini onnur dømi um. Landsverk og Vegadeildin framdu í 2007 tilvitað brot á bæði byggilóggávu og serstaka byggisamtykt, tá farið var undir vegagerð á fløtuni í Hoydølum – uttan loyvi, sjálvandi – so Innlendismálaráðið mátti buka stovnin upp á pláss. Enn hevur Landsverk ikki ruddað upp eftir sær har, hóast stovnurin hevur fingið greið boð um tað…
Fleiri onnur dømi eru um mál, har leiðslan á Landsverki og Vegadeildini hjá sama stovni uttan fyrisitingarliga sakligar grundgevingar hava lagt fótonglar fyri byggiætlanir, ferðslutrygdartiltøk og menning í høvuðsstaðarøkinum.
Ósannindi um steðg
Heini Eysturoy sigur, at borgarstjórin steðgaði arbeiðinum við innkomuvegnum, men tað er ikki satt. Eitt samt Tórshavnar býráð sendi í mai 2008 Landsverki og Innlendismálaráðnum eina samtykt í 20 punktum, samstundis sum biðið var um, at Landsverk arbeiddi upp á innkomuvegin norðureftir, meðan viðurskifti viðvíkjandi linjuføringum og íbindingum suður ímóti Krákugjógv blivu kannað.
Men eftir tilráðing frá Landsverki valdi landsstýrið ikki at taka hesa samtykt til eftirtektar, so arbeiðið kundi halda fram, men valdi í staðin at steðga vegagerðini og síðani at strika játtanina til arbeiðið.
Heldur ikki er tað rætt, at tað, sum higartil er gjørt av innkomuvegnum, er gjørt í samstarvi við Tórshavnar kommunu. Tvørturímóti hevur Landsverk havnað óteljandi umbønum frá kommununi um samstarv.
Tíverri hevur verið gjøgnumgangandi fyri hetta mál, at Landsverk ikki hevur rætt hond frá síðu, men hevur súltað allar seriøsar royndir at koma víðari og fáa framt eina loysn, ið gerst alt meira átroðkandi fyri hvønn dag, sum gongur.
Til dømis var í januar 2007 á fundi hjá kommununi avtalað, at Landsverk skuldi gera eina kost/nyttu-kanning av tunli frá Krákugjógv vestur ímóti Hotel Føroyum, men hóast trý ár eru liðin, hevur Landsverk framvegis einki gjørt av tí, sum tá var avtalað.
Altíð betrivitandi
Í aftursvari sínum roynir Heini Eysturoy at skylda uppá, at málið hevur verið tarnað av, at skiftandi embætisfólk, borgarstjórar og býráðssamgongur hava vilja sett síni fingramerki á nýggja innkomuvegin. Men skuldi so verið, so kann væl tað sama sigast um skiftandi stjórar og deildarleiðarar á Landsverki.
Longu í 1984-86 arbeiddu kommunan og táverandi leiðsla í Landsverki tætt saman um hesa vegagerð, og í fullari semju var gjørd ein ætlan við ikki færri enn fýra íbindingum á teininum frá Sandvíkahjalla til Oyggjarvegin. Ætlanin er lýst í bóklinginum »Havnin í framtíðini«.
Øll árini hevur Tórshavnar kommuna verið til reiðar at hildið seg til meginreglurnar í hesi ætlan, men torført er at koma ígjøgnum, tá núverandi leiðsla á Landsverki við hond og fót stríðist ímóti tí, sum undanmenn teirra í leiðsluni hjá Landsverki hildu vera eina góða loysn. Kanska er hetta so, tí nýggja leiðslan altíð heldur seg vitað betur enn øll onnur?
Sum sæst, hevur Tórshavnar kommuna stak vánaligar royndir av at gera avtalur við Landsverk, tí alt ov ofta verða tær als ikki hildnar, men bara ignoreraðar, sum vóru tær slett ikki til. Men her skal verða sligið fast, at Landsverk ikki longur skal sleppa at skalta og valta við ferðsluviðurskiftunum í Tórshavn!
Luktar av politikki
Núverandi leiðsla í Tórshavnar býráð hevur longu fyri fleiri árum síðani boðað Landsverki frá, at stovnurin ikki longur uttan mið og mál sleppur at fremja tilvildarligar og óbrúkiligar vegaloysnir inn í høvuðsstaðin. Serfrøðin hevur longu staðfest, at loysnin hjá Landsverki í hesum ítøkiliga máli er nøktandi fyri býin.
So kann Landsverk keypa sær so nógvar frágreiðingar og niðurstøður aftrat, sum stovnurin vil, tí tað verður ikki við núverandi leiðslu í Tórshavnar býráð, at nýggi innkomuvegurin bara skal standa sum ein óynsktur varði fyri Landsverk, ið verður smoygdur niður yvir høvdið á borgarunum. Nýggi innkomuvegurin skal gagna høvuðsstaðnum og verða ein varandi loysn á landsins størsta ferðslutrupulleika – hvørki meira ella minni!.
Annars er at siga, at aftursvarið frá Heina Eysturoy luktar langan veg av politikki, tá hann heldur, at borgarar í høvuðsstaðarøkinum ikki hava líka góðan rætt til almennar tunnlar í høvuðsstaðarøkinum, sum aðrastaðni kring landið. Men við allari virðing fyri hansara førleikum annars, so er politikkur altso ikki hansara arbeiðsøki! Sum almennur deildarleiðari á vegaøkinum skal hann halda seg til sítt arbeiði, og honum nýtist ikki at bíða eftir Tórshavnar kommunu fyri at sleppa í gongd.