Kom á mál við hinum

Torkil Veyhe luttekur hesa vikuna í stórari franskari súkklukapping.

Torkil Veyhe súkklar í hesum døgum í fronsku súkklukappingini, Tour de Normandie, og tað gekst rímiliga væl hjá honum og liðfeløgunum á Team VIRTY Cycling á fyrsta teininum í dag.


Talan var um 150 kilometrar langan rættiliga flatan tein, har allir hjá Team VIRTY Cycling komu á mál við feltinum. Torkil spurtaði sum vera man ikki við um sigurin og bleiv nummar 45 út av teimum 150.


Tað mest umráðandi var tó, at hvørki hann ella liðfelagar mistu meira enn fimm sekund til eitt lítið útbrot við trimum súkklarum. Sveisiski Fabian Lienhard frá liðnum Holowesko spurtaði seg til sigurin.


Tour de Normandie er sjey teinar og heldur áfram til sunnudagin. Í morgin verða súkklaðir 152 kilometrar úr Evreux til Forges les Eaux á einum teini, ið ikki er eins slættur sum tann í dag.