Kom livandi frá flogvanlukku - Hevur vunnið brasilsku 2. deild nú

Alan Ruschel kom livandi frá flogvanlukkuni, tá flogfarið við hópinum hjá Chapecoen­se var á veg til Kolumbia at spæla finalu í Copa Sudamericana

28. november í 2016 var hópurin hjá brasilska liðunum, Chapecoen­se á veg við flogfari til kolumbianska býin, Medellin at spæla finalu í Copa Sudamericana - tað sum svarar til Europa League í Evropa. 

Flogfarið hevði bunkrað ov lítið av olju, og datt tí niður stutt frá Medillin. 19 av spælarunum í hópunum hjá Chapecoen­se umframt leiðarar doyðu í flogvanlukkuni.

Mótstøðuliðið hjá Chapecoen­se í Copa Sudamericana finaluni, kolumbiska liðið Atletico Nacional heitti á suðuramerikonsku fótbóltssamgonguna, COMNEBOL  um at útnevna Chapecoen­se sum vinnara av kappingini uttan, at finalan varð spæld. Ein ógvuliga heiðurlig gerð, ið tænti Atletico Nacional til stóran heiður.

Aftaná flogvanlukkuna bjóðaðu onnur fótbóltsfeløg í Brasil Chapecoense at fáa leikarar, so Chapecoense aftur blivu kappingarførir. 

Talan var um fyrstu finaluna Chapecoen­se nakrantíð hevði vunnið seg í.

Av 77 ferðafólkum umborð á flogfarinum yvirlivdu bara seks. Millum teirra sum kom frá flogvanlukkuni á lívi var Alan Ruschel, ið er verjuspælari.

Fyrradagin kundi Alan Ruschel sum liðskipari hjá Chapecoen­se lyfta steypinum sum merkir, at Chapecoen­se hevur vunnið 2. deild í Brasil, og er nú aftur at finna í bestu fótbóltsdeildini í Brasil. Con­fi­anca var mótstøðuliðið hjá Chapecoense í seinasta leikumfarinum. Chapecoense vann dystin 3-1. An­selmo Ramón skoraði sigursmálið til 3-1 við einum "Panenka"-brotssparkið.

- Eg veit ikki um eg fari at halda fram í felagnum ella ikki, men eg fara at hava hendan hópin av spælarum í mínum hjarta, eins og eg havi hópin frá 2016 í mínum hjarta, segði Alan Ruschel aftaná avgerandi dystin móti Confianca.  - Fólk mugu hava virðing fyri mær. Aftanfyri fótbóltsspælarin er eitt menniskja, segði Alan Ruschel sum mátti stríðast leingi fyri at koma fyri seg aftur, og fyri at kunna spæla fótbólt aftur aftaná ræðuligu flogvanlukkuna í 2016.