Kom lat okkum vaska hann ...

Á samkomu í Norðurlandahúsinum mánakvøldið fekk rithøvundin Jens Pauli Heinesen handað Mentanarvirðisløn Landsins, fyri sítt arbeiði sum rithøvundi seinastu 28 árini. Sjálvur hevði hann ikki so nógv upp á hjarta, tí tað hevði hann longu sagt aðrastaðni, men ístaðin las hann stuttsøguna um Pellidrongin

Mánakvøldið varð Jens Pauli Heinesen, rithøvundur, heiðraður við Mentnarvirðisløn Landsins, sum er ein kekkur upp á 150 túsund krónur.

Hátíðarløtan varð hildin í Norðurlandahúsinum, har rættuliga nógv fólk var samankomin til at heiðra rithøvundan á hesum serliga degi.

Hetta er bert aðru ferð, at virðislønin verður latin. Seinasta ár var tað Regin Dahl, sum fekk heiðurin, men hesaferð var tað fallið Jens Paula í lut at verða heiðraður.

Í grundgevingini fyri at geva Jens Paula Heinesen virðislønina sigur dómsnevndin m. a., at hann hevur endurnýggjað føroyskan skaldsøguna við Frænir eitur ormurin, ið hevur eina spennandi gongd í djarvari samanseting. Í skaldsøgurøðini Á ferð inn í eina óendaliga søgu hevur Jens Pauli givið eina djúptøkna mynd av sinni listarmansins, samstundis sum skaldsøgan lýsir sosialar og mentanarligar fyritreytir fyri listarligari menning.

Dómsnevndin sigur , at Jens Pauli fær virðislønina fyri sín skaldskap, sum fevnir um yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur leikrit og greinar um bókmentir, list og samfelag.


Tað kunnu tit lesa ...

Tað var sannur hátíðardámur yvir tiltakinum í Norðurlandahúsinum.

Gunnar Hoydal segði nøkur vælvald orð um skaldið og skaldskap hansara og eftir tað skipaði Gríma fyri upplestri.

Hans, Kristina, Katarina og Súsanna lósu brot úr tí sum Jens Pauli hevur latið úr hondum, og tað var hugtakandi at hoyra.

Aftaná Grímu slapp landsstýrismaðurin framat fyri at handa virðislønina.

Tá Signar á Brúnni hevði gjørt sína skyldu, sum landsstýrismaður, og latið Jens Paula Mentanarvirðisløn Landsins, slapp høvundin sjálvur framat røðarapallinum.

Hann takkaði fyri heiðurin sum honum var sýndur, men legði afturat, at hann fór ikki at halda nakra talu:

? Eg tími ikki at halda nakra røðu, tí tað dugi eg ikki, segði hann og fekk láturin fram í Norðurlandahúsinum.

Kortini fór hann ikki av røðarapallinum aftur, tí hann hevði gjørt av at lesa stuttsøguna um Pellidrongin, sum hann skrivaði einaferð í 1965.

? Eg fari at lesa hesa søguna, tí eg havi frá fólki fingið at vita, at hetta er besta stuttsøga eg havi skrivað, so lurtið nú, segði Jens Pauli.

Síðani fór Jens Pauli Heinesen undir at lesa søguna um drongin og hundin sum ýldi so illa.

Tá hann hevði sagt áhoyrarunum søguna um fólkið, sum var so lítið og skitið, sum býr í einum fjósið, og sum tí ikki kann síggja einglar, slapp Havnarkórið framat at enda hugnaligu løtuna í Norðurlandahúsinum.