Kom inn og gjørdi nøkur servuess

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Guðrun Joensen heldur, at føroyska liðið vann seg væl upp aftaná fjálturstungnu byrjanina

Guðrun Joensen var eyðsýnd við sínum góðu servum og servuessum, tá Føroyar vunnu 3-0 á Liktinstein í EM/HM undankappingini í kvøld.

 

Hon fegnast eisini um upplivingina at kunna koma inn, og gera nakað munagott á einum góðum føroyskum liði. Sum hon undirstrikar, so er orsøkin til, at hon spælir flogbólt, at hon kann fáa slíkar avbjóðingar, sum tær, sum EM/HM undankappingin í høllini á Hálsi í Havn.

 

Guðrun Joensen heldur, at føroyska liðið vann seg væl upp í fyrsta og øðrum setti aftaná eina fjálturstungna byrjan í báðum settunum, og spældi seg væl upp og vísti góðar dygdir.

 

Víðari EM-luttøkan er í hús, og nú ætlar Guðrun Joensen sær eisini eina víðari HM-luttøku við einum sigri á Kýpros í annaðkvøld klokkan 18.30, men hon undirstrikar, at tað verður torført.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við Guðruna Joensen.