Undir eini útferð við Leitisvatn í gjár kom eitt av ferðafólkunum, ein norðmaður illa fyri. Eitt ferðalag var farið gongutúr framvið vatninum, tá tað eina ferðafólkið byrjaði at føla seg illa fyri.
Viðkomandi helt seg ikki føran fyri at halda fram við ferðini, og tá hann haraftrat datt og fekk ilt í økslina, vórðu boð send eftir tyrluni hjá Atlantsflogi.
Fólk frá Vága Bjargingarfelag komu eisini á staðið, og við hjálp av teimum, tyrluni og sjúkrabili, ið bíðaði eftir manninum á landsvegnum 1,5 km haðani, kom ferðamaðurin skjótt undir læknahond í Havn.
Av Politistøðini í Havn verður sagt, at maðurin hevði tað gott, tá hann kom á Landssjúkrahúsið.










