Sekshundraðtúsund krónur!
Tað var tað, sum Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, hevði við sær í lummanum, nú hann í gjár kom aftur úr Danmark.
Og hetta er peningur, sum skal brúkast til mentan í Føroyum.
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur verið á síni fyrstu uttanlandsferð. Leiðin gekk til Danmarkar og ørindini vóru at hitta mentamálaráðharrarnar úr hinum norðurlondum á fundi. Hetta var ein fundur, sum var í sambandi við Norðurlandaráðið og hesuferð var tað ráðharraráðið fyri mentan, sum hittist í Keypmannahavn.
Endamálið við hesum fundinum í ráðharraráðnum var at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár í sambandi við tað fjølbroytta mentanarliga virksemið, sum er undir Norðurlandaráðnum.
Jógvan á Lakjuni sigur, at eitt uppskot, sum varð á fundinum, var at hækka játtanina til norðurlandahúsini í Føroyum, Grønlandi og í Íslandi.
Ráðharrarnir samtyktu at skjóta upp fyri Norðurlandaráðnum at hækka játtanina til norðurlandahúsini 1,6 millión.
Burturav hesum, fær Norðurlandahúsið í Føroyum 600.000 krónur.
Jógvan á Lakjuni vísir tó á, at talan er um eitt uppskot og at fíggjarætlanin hjá Norðurlandaráðnum verður ikki endaliga samtykt, fyrrenn á fundi í ráðnum í heyst.
? Men aloftast verða uppskotini frá teimum ymsu ráðharraráðnum fylgd, sigur hann.
Sostatt er alt, sum bendir á, at Norðurlandahúsið í Føroyum fær 600.000 krónur meiri at ráða yvir næsta ár, afturat teimum 10,1 milliónunum, sum Norðurlandahúsið í Føroyum fær frá Norðurlandaráðnum í ár.
? Sostatt má staðfestast, at tað er ikki sørt av stuðuli, sum Føroyar fáa frá Norðurlandaráðnum, so tað alstóran týdning, at vit eru við í hesum samstarvinum, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.
Hann hevur annars tað fatan, at hini norðurlondini eru ógvuliga vælviljað at stuðla ymsum tiltøkum í Føroyum og øðrum smálondum í Norðurlandaráðnum.
Sum heild verður annars skotið upp at játtanina hjá Norðurlandaráðnum til mentan næsta ár, skal verða tann sama sum í ár, men talan verður altso um nakrar forskjótingar.
Jógvan á Lakjuni sigur, at tilsamans er fíggjarætlanin hjá Norðurlandaráðnum uppá 800-900 milliónir. Av teimum verða 160 milliónir brúktar til mentanarlig endamál.
Lata nú eisini virðislønir fyri film
Norðurlendsku ráðharrarnir í mentamálum samtyktu eisini á fundinum í Keypmannahavn, at hereftir skuldi Norðurlandaráðið eisini lata eina norðurlendska filmsvirðisløn
Norðurlandaráðið hevur nú í nógv ár latið virðislønir til serlig avrik á ymsum økjum. Í fleiri ár hevur Ráðið latið bókmentavirðisløn, tónlistavirðisløn og natúru- og umhvørvisvirðisløn.
Men á ráðharrafundi í Keypmannahavn mikudagin, samtyktu ráðharrarnir, at hereftir skuldi Norðurlandaráðið eisini lata eina filmsvirðisløn.
Tað sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sum var við á fundinum.
Hann sigur, at filmsvirðislønin verður latin fyrstu ferð næsta ár og hon verður uppá 350.000 danskar krónur og hon verður sostatt á hædd við hinar virðislønirnar
? Norðurlendsku ráðharrnir í mentamálum eru samdir um, at filmslistin blómar í Norðurlondum og at tað tískil eisini er vert at heiðra, góð norðurlendsk filmslistafólk.
Higartil hevur Norðurlandaráðið latið filmsvirðisløn eina ferð. Tað var tá ið finski leikstjórin, Aki Kaurismaki fekk virðislønina fyri filmin ?Maðurin við ongum minni? fyri nøkrum árum síðani.
Smálutirnir eru ikki heilt greiðir enn, men talan skal vera um ein norðurlendskan film, men tað er ikki heilt avgjørt enn, um filmurin skal vera á norðurlendskum máli fyri tað, tí ført var fram, at góðir, norðurlendskir filmir kunnu eisini vera á fremmandum málum.
Skulu síggja sjónvarp hjá hvørjum øðrum
Nú somuleiðis nýtt lív blást í ætlanin um, at fólk í norðurlondum skulu kunna síggja sjónvarspsrásir hjá hvørjum øðrum
Atr fólk í einum norðurlandi skulu kunna síggja sjónvarpsrásirnar hjá hinum norðurlondunum, er eitt mál, sum hevur verið á dagsskrá í Norðurlandaráðnum í næstan ein mansaldur.
Seinastu árini hevur ikki so nógv verið at hoyrt til hesa ætrlanina. Men eftir norðurlendska ráðharrafundin í Keypmannahavn mikudagin, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, at nú er nýtt lív blást í hesa ætlanina.
Málið var frammi á ráðharrafundinum hesuferð, og har varð greitt frá, at arbeitt verður aftur við málinum.
?Ráðharraráðið er ógvuliga áhugað í at fáa eitt slíkt sjónvarpssamstarv í lag og ætlar at arbeiða víðari við tí.
Málið skal nú sendast teimum ymsu sjónvørpunum í Norðurlondum til hoyringar og so skal tað takast uppaftur seinni í ár.
Men tað eru nógvir tekniskir spurningar at loysa. Aðrir spurningar eru, hvørjar rásir, talan skal vera um og, hvussu verður við gjaldi, tí sum er, kunnu fólk síggja nógvar norðurlendskar ráðsir umvegis fylgissvein, bara goldið verður fyri tað.
Samstarv um friðalig telduspøl
À fundinum í norðurlendska ráðharraráðnum í Keypmannahavn mikudagin, varð eisini tosað eitt sindur um telduspøl.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at norðurlendsku ráðharrarnir í mentamálum stúra fyri gongdini, nú telduspøl verða alsamt harðligari og harðligari og á fundinum varð eitt sindur tosað um at skipa eitt samstarv ímillumNorðurlond um at menna friðalig telduspøl, sum børnum dáma sum eina mótvekt ímóti teimum harðligu spølunum, børnini, sum nú eru frammi.
Á myndini sæst Jógvan á Lakjuni saman við mentamálaráðharrum úr øðrum norðurlondum. Frá vinstru eru teir Brian Mikkelsen úr Danmark, Henriette Rasmussen úr Grønlandi, Valgerd Svarstad Haugland úr Noregi, Thorgerður Katrin Gunnarsdóttir úr Íslandi, Jógvan á Lakjuni úr Føroyum og Marita Ulvskog úr Svøríki. Tanja Karpela úr Finnlandi var ikki við á fundinum. Mynd: Símun J. Hansen