Kom bara við Manchester United!

Arsene Wengar var so firtin inn á Mark Hughes, at hann noktaði at taka í hondina honum eftir fjórðingsfinaluna í Carling Cup í gjárskvøldið. Sosialurin var á City of Manchester Stadium, tá “The Arsenal kids” taptu greitt fyri einum fullmannaðum Manchester City, sum í hálvfinaluni skulu møta granninum úr Manchester United

Fótbóltur

Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum í gjárskvøldið millum Man City og Arsenal, var Arsene Wenger skjótur at seta leiðina móti skiftingarrúminum. Hann hevði ongan hug at taka í hondina á Mark Hughes, sum hann skeldaðist við tað mesta av dystinum. Tað byrjaði longu í fyrra hálvleiki og helt fram allan dystin. Millum annað vísti Wenger sína ónøgd við, at Mark Hughes tað einu ferðina fóru langt út um tað tekniska økið, fyri at sparka bóltin til ein Man City leikara, so hesin kundi taka eitt innkast. Mark Hughes svaraði aftur við at geva ilt av sær munnlig. Soleiðis helt leikur fram, líka til dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.
Stutt eftir at dysturin var liðugur, gjørdist tað greitt at mótstøðan í hálvfinaluni verður Man Utd. Teir áskoðarnir, sum ikki vóru farnir av stadium beinanvegin, kundu fylgja lutakastinum beinleiðis á stór skýggja. Tá tað gjørdist greitt at hálvfinalan bleiv ein granna uppgerð, fór eitt “sus” gjøgnum stadium. Mark Hughs úttalaði seg eftir dystin og segði; “Kom bara við teimum, vit ræðast ongan.”
Tá Mark Hughes var spurdur um hendingina viðvíkjandi Arsene Wenger, vísti hann á, at hann sum Blackburn venjari eina ferð tapti 6-2 fyri Arsenal, men tá tók hann í hondina á Wenger eftir dystin. Annars var hann væl nøgdur við avrikið og rósti millum annað Shaun Wright-Phillips, sum leikti ein góðan dyst á høgra vongi. Arsene Wenger var í minni góðum lag. Hann segði eftir dystin við enskar miðlar; “Eg havi einki at siga. Eg havi frítt at í hvørjum eg taki í hondina á!”

B-kapping
Tað er sjáldan at liðini í Premier League leggja alla orku í Carling Cup steypakappingina. Serliga tey stóru liðini hava tað fyri at geva ungum leikarum møguleikan í hesi kappingini. Hetta hevur millum annað eydnast væl hjá Arsenal, har venjarin Arsene Wenger mangan hevur fingið rós fyri ungdómsarbeiði, sum hann hevur sýnt fram. Men hjá Manchester City er støðan ein onnur, liðið hevur ikki vunnið nakað steyp í yvir 30 ár, og nú byrja viðhaldsfólkini at ótolnast. Mark Hughes stillaði við sterkasta liðnum, meðan Arsene Wenger helt seg til “The Arsenal Kids.”
Longu tá leikarnir komu á vøllin var stemningurin í hásæti. Ljósið bleiv sløkt og bara ein bláður “máni” var at síggja á leikvøllinum. Til sangin “blue moon” komu so leikarnir inn, meðan áskoðarnir veitraðu við fløggum, sum tey høvdu fingið frá felagnum. So var støðið lagt og Man City setti seg á dystin alt fyri eitt. Hóast Arsenal í løtum vísti tað góða og flótandi álopsspælið, sum teir eru kendir fyri, hótti teir sjálvdan Man City. Heimaliðið kom á odda stutt inn í seinna hálvleik, tá Carlos Tevez sendi eina kanón kúlu upp í handar trýkant úr vinsru síðu. Tað var minst líka flott, tá Shaun Wirght-Phillips royndi seg við langskoti úr høgrusíðu. Bólturin endaði í handara mál horninum. Inn skifta stórtaleti Vlaidimir Weiss setti punktum við at skora til 3-0 stutt fyri leiklok.