"Kom bara inn...." sýndur á Viðareiði

Áhugin fyri leikinum "Kom bara inn, eg skal ikki gráta" er stórur, og framvegis er Jógvan Andrias Joensen á ferð við leikinum.

 

Í heyst byrjaði Jógvan Andrias Joensen í Klaksvík eina djarva ferð. Hann hevði, saman við Riu Tórgarð, ið skrivaði leikritið, sett saman einrøðu leik, har hann spældi part av sínum egna lívi, nevniliga barnaárini sum sonevnt mjadnabarn.

 

Saman við Jógvani Andriasi á pallinum er tónleikarin Edvard Nyholm Debess.

 

Og nú verður sýning í skúlanum á Viðareiði 19.mai kl 20, so enn er møguleiki at síggja leikin, og  atgongumerki fáast á atgongumerki.fo Ikki seld atg.m. eru til keyps við dyrnar frá kl 19.30.