Oljuvinna og framtíðin
Nú olja er funnin, og vit eru komin nærri eini veruligari oljuvinnumenning í Føroyum, taka alsamt fleiri spurningar seg upp. Fyri at kunna finna røttu svarini til tess at kunna taka tær røttu og skilabestu avgerðirnar er neyðugt við góðum ráðum og leiðbeiningum frá serkønum fólki á ymsum økjum.
Hetta ásannar landsstýrismaðurin í oljumálum, sum á Oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í farnu viku upplýsti, at fyrireikingar nú verða gjørdar til at stovna eitt ráð, sum skal ráðgeva myndugleikum oø. Ráðið fer helst at fáa heitið: ?Kolvetnisráðið?.
Tað er alneyðugt at fáa eitt slíkt kolvetnisráð stovnað og til verka sigur landsstýrismaðurin, sum í løtuni er við at leggja seinastu hondina á ætlanina at stovna eitt kolvetnisráð. Hetta fer so at taka upp nøkur av teimum málum, sum gamla Oljuráðleggingarnevndin tók fram í frágreiðingum sínum. Í veruleikanum legði táverandi Oljuráðleggingarnevndin fram eina rúgvu av spurningum, sum vit í dag og í næstu framtíð eiga at taka upp til viðgerðar, spurningar, sum nústaðni nú eru aktuellir at taka upp. Her m.a. spurningin um árinið á samfelagið, á mentanina osfr. Her er spurningurin um avleiðingar av at taka um oljuna uppá land í Føroyum, soleiðis sum tað stendur í lógini. Og mangir aðrir.
Ráðgeva myndugleikum
Endamálið við Kolvetnisráðnum verður at vera eitt slag av ?sparringspartnara? hjá myndugleikum og øðrum. Tvs at fylgja gongdini, gera kanningar og út frá tí koma við góðum ráðum til myndugleikar og vinnu.
Ráðið skal ráðgeva myndugleikunum í samband við størri oljupolitiskar avgerðir. Møguliga skal tað eisini kunna seta í verk kanningar viðvíkjandi mentunarligum og sosialum árinum av eini oljuvinnu. Hetta er tó ikki greitt enn. Kolvetnisráðið skal hava eina breiða samanseting av persónum, ið umboða
ymisk fakøki. Sosialurin skilur, at avgerð er ikki tikin til, nær ráðið verður sett. Ráðið skal ikki hava nakran myndugleika sum so men meira vera ráðgevandi í øllum sínum virksemi.
Eyðun Elttør sigur, at nærri verður umrøtt um kolvetnisráðið í oljufrágreiðingini, ið verður latin
løgtinginum í januar/februar.
Hann heldur annars, at uppskotið, sum formaður Javnaðarfloksins herfyri tók fram í orðaskiftinum um at stovna eina nýggja løgtingsnevnd, ið skal arbeiða burturav við oljumálum við síðuna av Vinnunevndini, vera skilagott, og hann vil fegin stuðla einum slíkum tanka. Eitt Kolvetnisráð vildi tá eisini verið ein góður stuðul hjá eini slíkari løgtingsnevnd.