Kolvetni staðfest í Fulmar brunninum

Faroe Petroleum boðar frá, at boringin av Fulmar brunninum á bretskum øki nú er liðug Fulmar brunnurin, sum Bow Valley Petroleum stendur fyri sum fyristøðufelag og eigur 90% av, varð boraður niður á 13.810 føtur. Kolvetni vórðu funnin ovaliga og í eini flág uppá 123 føtur, har møguleiki var fyri at finna kolvetni.

Mett verður tó ikki, at tað er nóg mikið til at verða rakstraverdugt. Men úÚrslitið gevur tó sera týðandi ábendingar um, at góður møguleikiar er fyri at finna meiri kolvetni á loyvinum, sigur Faroe Petroleum.

Ymsar royndir vórðu tiknar úr brunninum, tá komið var á mál, og fleiri jarðfrøðisligar kanningar verða nú eisini nú gjørdar. Allar royndirnar higartil eru sera lovandi, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Bow Valley riggar nú av á loyvinum.