- Hetta merkir fyrst og fremst, at kolvetni finst á føroyskum øki.
Tað sigur Niels Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum, sum eigur 12,5% av loyvinum á Anne Marie økinum, har boringin er farin fram.
Hann veit tó ikki enn at siga nakað um, hvussu stóran týdning hetta fundið hevur.
- Tað skulu nógvar kanningar til, áðrenn til ber at siga nakað um hetta fundið. Kannast skal bæði hvussu nógv er til av kolvetni, og hvørjar eginleikar tað hevur, sigur Niels Sørensen.
Hesin brunnurin, sum nú er boraður, er 3.901 metrar, og tað er rímiliga djúpt.
- Vit kundu hugsa okkum at bora nakað djúpri, men tað verður trupult at bora, tá vit tosa um slíka djúpd, sigur Niels Sørensen.
Faroe Petroleum hevur eisini eina boring á Langvulin økinum, men hon er komin so stutt áleiðis, at enn ber ikki til at siga tað stóra um ta boringina.
- Tann boringin er eystan fyri markið og liggur nær upp at Corona rygginum, og tað er í tí umráðnum, at nógv kolvetni verður funnið. Men tað er ov tíðliga at siga nakað, vit bora í basalt enn, sigur Niels Sørensen.
Men boringin á Anne Marie økinum hevur givið felagnum áræði at halda fram.
- Loyvið er stórt, og kjakast kann, um vit hava bora á rætta staðnum, men vit fara at gera allar tær kanningar, sum skulu til fyri at fáa staðfest, um vit framhaldandi skulu hava loyvið, ella vit skulu lata tað aftur, sigur Niels Sørensen.
Ávirkar kursin
Hetta fundið hevur havt ávirkan á kursin á partabrøvunum hjá Faroe Petroleum.
- Ja, kursurin er lækkaður eini átta prosent á partabrævamarknaðinum í morgun, og kursurin lækkar gjarna, um fundið ikki er tað heilt stóra, sigur Niels Sørensen.
Men felagið hevur fleiri aðrar boringar, sum eisini geva góðar vónir.
- Jú, vit hava eina boring fyri framman, og tað, sum vit leggja okkum eftir, er at hava fýra til seks brunnar um árið, fyri at sleppa undan ov stórum fokus á ta einu boringina, sigur Niels Sørensen.
Faroe Petroleum hevur júst keypt seg inn í framleiðslu.
- Tað merkir, at vit framleiðs yvir 3.000 tunnur av olju um dagin, og tað hevur sera stóran týdning fyri felagið. Hartil hava vit fýra fund, sum í løtuni verða kannað, og vit vita longu, at okkurt av hesum fundunum er kommersielt. Tað verður tískil útbygt og fer í framleiðslu, sigur Niels Sørensen.