Kolvetni kunnu liggja djúpri

-Av tí, at tað ikki kann útilokast, at kolvetni kunnu vera djúpari, enn nú er borað til, er brunnurin ikki endaliga, men fyribils frágingin. Tað verður tí lættari hjá møguligum áhugaðum feløgum at halda fram við boringini sigur Tórbjørn Jacobsen, oljumálaráðharri í viðmerking

Leitibrunnur 6005/13-1A, sum pallurin Transocean Rather hevur borað fyri BP samtakið á loyvi nr. 007, er nú liðugt boraður. Brunnurin, sum er á 742 metra havdýpi, røkkur 3.351 metrar niður undir sjóvarmálan sigur Jarðfeingi í tíðindaskrivi

Í brunninum hevur ikki verið rakt við kolvetni.

Tekniskir trupulleikar hava verið við boringini, umframt at ringa veðrið í vetur hevur tarnað arbeiðinum. Jarðfrøðiligu viðurskiftini vóru ikki sum væntað undan boringini m.a. við tað at basaltfláirnar vóru drúgvari enn frammanundan mett. Hetta hevur við sær, at gosgrýti var at finna á dýpinum, har høvuðsmálið við boringini varð roknað at vera, og at tey jarðløg, ið vónir eru um kunnu innihalda kolvetni, tískil liggja djúpari enn brunnurin rakk.

Av tí at ikki varð borað gjøgnum gosgrýti í hesum umfarinum, og at tað framvegis eru vónir fyri, at kolvetni kunnu finnast, varð gjørt av at fara frá brunninum á ein hátt, sum ger tað møguligt at taka upp aftur arbeiðið seinni.

-Henda boring hevur givið okkum týðandi, nýggja vitan um jarðfrøðina nærhendis Munka-grunninum, og hevur sostatt verið við til at økt um okkara vitan um jarðfrøðiligu menningina í økinum sigur Jarðfeingi.

Landsstýrismaðurin í Fiski- og Tilfeingismálum, Torbjørn Jacobsen, sigur, "Vit staðfesta, at í fyrsta umfari hevur henda boringin ikki rokkið við kolvetni í brunninum. Av tí, at tað ikki kann útilokast, at kolvetni kunnu vera djúpari, enn nú er borað til, er brunnurin ikki endaliga, men fyribils frágingin. Tað verður tí lættari hjá møguligum áhugaðum feløgum at halda fram við boringini. Vit mugu eisini staðfesta, at boring á hávetri setir stór krøv til boriútbúnaðin, men tað er at fegnast um, at boriarbeiðið út frá einum trygdarsjónarmiði hevur gingið væl."