Kolumbus og Nornagestur landað á Sandi

Á virkjunum hjá Sandoy Seafood á Sandi og í Skopun arbeiða tey bæði trol-og snellufisk hesa vikuna

Fiskivinna

Partrolararnir, Kolumbus og Nornagestur, landaðu tilsamans 160.000 pund á Sandi mánadagin. Meginparturin av veiðini var upsi.
Á seinasta túri hjá skipunum var upsin rættiliga góður; tað nógva var 2 og 3?arar og ein minni nøgd av 4?arum, ið er tað, sum nógvir trolarar hava fingið í vár.
Magnus Jespersen, stjóri á Sandoy Seafood, visti ikki at siga, hvussu upsin hjá trolarunum var hendan túrin.
- Men seinasta túr royndu teir eystanfyri, og har var upsin ógvuliga góður.


Snellufiskur

Snelluskipið, Antares, landar á Sandi í dag; teir hava 50.000 pund av upsa, og hjá snelluskipunum plagar fiskurin at vera meira smáttfallandi.
Í síðstu viku landaði lemmatrolarin, Vesturskin á Sandi. Teir høvdu roynt bæði eystanfyri og sunnanfyri, og tí høvdu teir bæði góðan upsa og smáan upsa. Tann betri upsin var at fáa eystanfyri. Vesturskin hevði 175.000 pund.
Magnus Jespersen sigur, at fiskurin hjá Kolumbusi, Nornagesti og Antares skuldi verið nóg mikið til hesa vikuna hjá báðum virkjunum í oynni, tí mikudagurin er hálvur frídagur.