Koltursgás við tíggju ungum

Nú farið er um summarmála, síggjast gásarungar og smálomb í bønum.

Farið er um summarmála, sum var fríggjadagin hin 14. apríl, og tá verður sagt, at summarhálvárið er byrjað. Enn kunnu vit ikki rættiliga tosa um summar, men heldur um várið, sum er í hondum.

 

Ymiskir siðir eru knýttir at summarmáladegi. Eingin skuldi fara fastandi út summarmálamorgun og tann, sum ikki var tíðliga uppi, fór at verða drumbur alt summarið.

 

Fólk máttu heldur ikki eta egg summarmáladag, tí tað skuldi geva svull. Soleiðis verður sagt um ymiskt við tilknýti til summarmáladag.

 

Eitt týðiligt tekin um, at várið er í hondum, eru gásarungarnir og smálombini. Á Facebook-síðuni - Koltur - skrivar Bjørn Patursson hin 13. apríl, at nú er vár í hondum.

 

- Fyrsta tekinið um nýtt lív plagar at vera gásaparið Uppi í Garði. Og soleiðis var eisini í dag, nú tey so stolt komu út við nýggju familjuni, "tíggjulingum", sum man vera ein avbjóðing, skrivar fyristøðumaðurin í Koltri.