Rætt skal vera rætt, og best er at siga tað beinanvegin. Orðini í yvirskriftini eru ikki míni.
Koltur tur/retur. Hetta er heitið á einum lag hjá Holger Laumann, ið er á plátuni Mosaik. Holger Laumann var føroyavinur og tónleikari og spældi á mongum føroyskum útgávum.
Heitið hóskar tó sera væl til ferðirnar, sum Norðlysið ger hvønn hósdag út í Koltur. Farið verður úr Vágsbotni klokkan13:00, og so verður siglt út í Koltur. Har kunnu ferðandi so hyggja seg um í nakrar tímar, alt eftir hvat stundir eru til, innan leiðin gongur heim aftur.
Talan er um eina ferð við passaligum steðgi. Aftur og fram. Tur/retur.
Huglagið
Fyri viku síðani legði Norðlýsið aftur út á bylgjuna bláu, við kós móti Koltri, eins og gjørt verður hvørja viku. Hóast hvít í støðum, so var kenslan góð, tá bláa skútan stevndi móti Glyvursnesi.
Birgir Enni, navnframi og karismatiski skiparin, ið júst var afturkomin av ferð við seglbáti í Hetlandi, heilsaði ferðafólkunum við gerandispráti, meðan hann eisini greiddi frá frá trygdini umborð.
Skipari og góða manningin fingu góða huglagið fram, og hóast veðrið hendan hósdagin var serføroyskt, so sást Koltur í eygsjón, og spenningurin vaks umborð. Ferðandi hendan dagin vóru bæði útlendsk ferðafólk, men eisini føroyingar, ið ferðast í egnum landi.
Bjørn sigur frá
Koltur var einaferð stórt pláss, tí fyrr kravdist nógv fólk, um landbrúk og vanligi føroyski gernadisdagurin við djórum, velting og hoyggi, skuldi rigga. Í dag býr fólk á oynni, tá festari er har úti.
Bjørn Patursson hevur verið festar, bóndi, í Koltri.
Hendan dagin var hann í Koltri og tók ímóti ferðafólki, og greiddi frá oynni. Ferðin er beinanvegin ein onnur, tá ein soleiðis stendur á útoyggj, og bóndin, frásøgumaðurin, hevur eisini bæði beinini á jørðini og ein kennir tað, sum sjálvt kropsrútman, pulsurin, fer niður her úti á grønu oynni við fáu húsunum.
Vit fáa at vita um søgu, hús og um navnframa bátasmiðin Niklas í Koltri.
Tveir býlingar eru, Norði í Gerði og Heimi í Húsi. Húsini Norði í Gerði eru bygd í 1800 árunum og upprunaliga vóru 4 hús, men síðani er eina húsið dagført so við og við, og stendur í dag sum eitt nútíðar hús.
Heima í Húsið er gamli býlingurin. Hann er settur í stand og stendur í dag sum hann sá út fyri nøkrum hundrað árum síðani. Tað er Maersk, ið hevur latið pening til arbeiðið.
Hetta er byrjanin til eitt útisavn, ella eitt sonevnt frílandsfornminnissavn.
Og væl tekur býlingutin seg út og søgan er áhugaverd.
Hetta er elsta búseting á staðnum og kanska millum elstu í Føroyum. Øll hesi aldargomlu húsini hava nøvn, t.d. Niðri í Húsi og Uppi í Búð. Gamalt bønhús stendur har, og annars eru øll úthúsini, sum hoyra til slíkan býling, hjallar, neyst og annað.
Nógv er at síggja og nógv er at greiða frá. Men fólk sleppa eisini sjálvi at reika og kanna, og ein kennir seg fluttan ár aftur í tíð, tá ein gongur millum hesi flottu gróthús, og inni er alt, sum tað var í fornari íð. Rokkur, grúgva og koyggjur og moldgólv.
Fannhvít sandstrond
Tað tekur 5 - 10 minuttir at ganga millum býlingarnar, og tey, ið orka og hava hug, kunnu ganga sær ein túr niðan á oynna.
Millum býlingarnar báðar er eitt, ið neyvan sæst aðrastaðni í Føroyum. Tað er fannhvíti sandurin og hesin ljósablái sjógvurin útfyri. Hesin liturin, ið bert sæst á strondum í suðurlondum. Ein freistast at siga, at tá ein sær hesa sjón, so mangla bara pálmatrø. Hetta er av sonnnum ein rár sjón í Føroyum.
Um ein ivast og undrast, tá fólk siga, at tað er eksotiskt í Føroyum, so hevur ein ikki verið á fannhvita paradísinum í Koltri, og fingið sand millum tærnar, og runnið undan aldum, ið tutla á hvítum sandi.
Og tað ger ikki upplivingina á hvíta sandinum verri, at útfyri liggur Norðlýsið. Myndin er fullkomin, og hugurin reikar til caribiskar hugmyndir, sjórænarasøgur, fyri ikki at siga vælkendar lýsingar fyri Bounty sukurlátu.
Í Koltri eru tey klár at taka ímóti ferðafólki og, mótvegis mongum øðrum støðum í landinum, so er nýtt og reint wc til ferðafólk, og hetta er av sonnum nakað, ið er minstamark, um ein bjóðar seg fram. Men hevur ein hinvegin roynt Føroyar sum ferðammannaland, so veit ein av royndum, at slíkt er ongn sjálvfylgja í Føroyum, og tí verður slíkt virðismett.
Lættari lív
Eftir hóskandi steðg á oynni, er tíð at leita umborð aftur á Norðlýsið. Kósin verður sett aftur móti Streymoynni og nútíðini. Ein kennir, hvussu pulsurin aftur tekur við og trongdin til at greiða øðrum frá hesum paradísi á jørð ger seg galdandi. Men enn ber bert til at njóta heimferðina, meðan segl verða sett, og Norðlýsið ríður trygt og á heimasjógvi á heimleið við ferðandi, sum í huganum er tyngd við eini uppliving, ið gevur barlast, so lívið kennist lættari.