- Tá føroyingurin livdi í gamla bóndasamfelagnum, vóru mangir fyrimunir við at búleikast á einum staði, sum her í Koltri. Men treyðugt so; okkurt var, sum ikki var so gott, og eitt nú noyddust fólk av oynni at skera torv - og so er Koltur eisini eitt sera vánaligt rekapláss.
Tað skrivar fyristøðumaðurin í Koltri, Bjørn Patursson, á Facebook-síðuni - Koltur - um dagarnar. Hann vísir á, at tað er sera sjáldsamt, at nakað sum helst rekur upp á land í Koltri. - Teir gomlu høvdu til vana at hyggja út á fjørðin eftir reka, leggur hann aftrat.
Men undantak er, tá hann er høgur í ættini og brim, tí tá kemur fyri, at okkurt forvitnisligt rekur upp. - Soleiðis var eisini í dag, nú henda boyan hevði fløkt seg fasta millum grótið innanvert á Múlastrætinum.
Bjørn Patursson, sum er óførur við sínum eygleiðingum og hugleiðingum úr Koltri, sigur, at tá hann henda dagin bjargaði boyuni, kom hann at hugsa um gamlar dagar í Kirkjubø, tá teir sum smádreingir fingu fimmogtjúgu krónur fyri eina slíka boyu og fimm krónur fyri eina kúlu.
- Tað var góður handil, tí Kirkjubø er eitt sera gott rekapláss. Haldi meg minnast, at teir eldru dreingirnir keyptu ljóðføri til eitt heilt orkestur fyri rekapeningin, sigur fyristøðumaðurin, sum leggur aftrat, at tann, sum heldur seg eiga umrøddu boyu, sum eisini sæst her á myndini, er vælkomin út í Koltur eftir henni.
##med2##












