Kollveting neyðug

Brot úr bókini "Tey sóu reytt" eftir Páll Holm Johannesen

Tað er eingin tilvild, at limirnir í OFML á fólkamunni verða róptir fyri „sekterisku maobørnini í loyniklubbi“. Duldar dagsskráir og mystikkur eyðkenna OFML øll sjeytiárini. Rørslan er eitt slag av undirgrundarrørslu í føroyska samfelagnum og hevur eitt umfatandi og virkið innanfelagslív.

Hvussu rørslan skipar seg, oddafólk og limalistar er loyniligt. Her er hvørki demokrati ella atkvøðugreiðslur, og sentrala stýringin hjá aðalstjórnini er beinhørð. Valdið í rørsluni er latið nøkrum fáum persónum upp í hendi, og tað gevur teimum stórt vald og harvið stóra ávirkan á limirnar. Styrkin við hesum stýrislagi er, at felagið er effektivt, og kvikar mannagongdir. Vansin er, at limirnir ikki verða hoyrdir.

(...)

OFML hevur als einki álit á, at samfelagið og samfelagsskipanirnar kunnu broytast gjøgnum demokratiskar skipanir. Sosiala rættvísi fært tú ikki framt við politikki, og tí er ein kollvelting neyðug. Føroysku maoistarnir brúka vanliga Kili sum dømi, tá ið teir skulu grundgeva fyri, at tað ikki ber til at kollvelta samfelagið við einum vali. Í Kili verður sosialisturin, Salvadore Allende, valdur til forseta í 1973, men stutt eftir valið koyrir Augusto Pinochet hann frá við einum hernaðarkvetti. Hernaðarkvettið í Kili vísir, at ein friðarlig yvirgongd til sosialismuna er ein svikalæra, heldur OFML.

(...)

Sostatt væntar OFML ikki, at eitt umskifti frá einari kapitalistiskari til eina sosialistiska samfelagskipan kann fara stillisliga fram. Skal hetta umskifti eydnast, er tað neyðugt við einari kollvelting. “