Kollveltingarhirðin í Iran á yvirgangslista

Iransk trygdarlið hava seinastu vikurnar bart niður mótmælisgongur í landinum, og fleiri túsund fólk eru dripin

Sambært Reuters umhugsar ES at seta kollveltingarhirðuna í Iran á yvirgangslistan.

 

Hetta sigur uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, við tíðindastovuna.

 

- Vit umhugsa at seta í verk revsitiltøk móti ávísum einstaklingum í Iran, sum hava framt harðskap móti mótmælisfólkum, sigur hon.

 

Sambært Kaju Kallas er ætlanin tó ikki at slíta diplomatisku viðurskiftini við Iran.

 

Iransk trygdarlið hava seinastu vikurnar bart niður mótmælisgongur í landinum, og fleiri túsund fólk eru dripin.

 

Amerikanski stovnurin, Hrana, segði týsdagin, at í minsta lagi 6.126 fólk eru dripin, men stúrt verður fyri, at talið kann vera nógv størri.