Uttanríkisráðfrúan er mamma íslendska EM-hetju

Mamman hjá Gísla Þorgeiri Kristjánssyni er ikki frú "hvør sum helst"

Mynd: mbl.is

Eisini í Íslandi, eins og í Føroyum eru familjurelasjónirnar tættar.

 

Gísli Þorgeir Kristjánsson, ið er ein av íslendsku EM-hetjunum sum hevur vunnið seg í EM-hálvfinaluna móti Danmark hevur eina mammu, ið ikki er "frú hvør sum helst".

 

Talan er um ongan annan enn íslendsku uttanríkisráðfrúuna, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir.

 

Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir var ígjár millum áskoðararnar í Malmö Arena, tá Ísland vann flottan 39-31 (18-16) sigur á Slovenia. Og hon sá sín Gisla Þorgeir skjóta tvey mál.

 

Gísli Þorgeir Kristjánsson fekk aftaná dystin ein koss frá stoltu mammuni, ið græt av gleði um bragdið hjá soninum og liðfeløgum hansara. 

 

Pápin, Kristján Arason er millum fremstu íslendsku leikararnar nakrantíð. Í 1989 var hann valdur at verða fjórðbesti hondbóltsleikarin í heiminum.

 

26 ára gamli bakkurin, Gísli Þorgeir spælir við týska bundesliga-liðnum, SC Magdeburg sum verður mett at vera heimsins besta felagslið.

 

Ísland og Danmark spæla EM-hálvfinalu í Boxen í Herning í annaðkvøld klokkan 19.30. Føroyingar munnu vera kloyvdir hvørjum teir halda við í annaðkvøld. Hjá veddingarfyritøkunum hevur Danmark tó eina greiða favorittstøðu. 

 

##med2##

 

Mynd: mbl.is

Foreldrini hjá Gísla Þorgeiri Kristjánssyni, Kristján Arason og Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir. (Mynd: mbl.is)