Kollveltandi táttir og arbeiðsskapandi verkætlan!

Eg havi nú í umbúna at taka upp aftur táttin við politiska flokki »Tey grønu í Føroyum«, so vit fáa skapt veruliga náttúru-, umhvørvis-, djóra- og plantuvernd.

Eg havi somuleiðis í umbúna at taka tann orkusparandi táttin upp aftur, ið byggir á decentrala orkuskipan í øllum landshúsarhaldinum og tiltikna kubbasparing.
Eg havi somuleiðis í umbúna at taka upp aftur altjóða arbeiðsskapandi verkætlan, hvørs øll seriøs, virkisfús, motiverað hjún/ einstøk, kunnu gerast altjóða sølufólk.
Eg havi gingið undan at gera eitt stórt slóðbrótandi arbeiði so fortreytir/grundarlagið er skapt fyri at fremja nevndu táttir og altjóða arbeiðsskapandi verkætlan.
Eg havi áður nýtt nógvar kropsliga orku, tíð og pening til slíkt slóðbrótandi arbeiði og til marknaðarføring í bløðum, útvarpi, sjónvarpi og við lýsingum.
Eg havi ikki verið tikin í nóg stórum álvara av almenninginum, bløðum, útvarpum, sjónvarpi, myndugleikum, vøldum, fakfeløgum og føroysku vinnuni í Havnini.
Eg havi møtt nógvum forðingum/mótarbeiðan á vegnum við »Tey grønu« og orkusparandi táttin og altjóða arbeiðsskapandi verkætlan ein vil taka upp aftur.
Eg havi áður víst á, hvussu grundleggjandi skeivt og órættvíst alt er skipað í øllum landinum og hvussu murran er í flest øllum frá børn til fólkapensjónistar.
Eg havi víst á, hvussu skaðiligt lívshóttalagi føroyinga er í dag við dálkingar trupulleikum í okkara føðiketu, luftini, drekkivatni, drykkju-, mat- og nýtsluvørum.
Eg havi víst á, hvussu skaðiligur heilivágur, rúsdrekka, tubbak er fyri fólkaheilsuna hjá øllum føroyingum.
Eg havi áður sjálvur fíggja slíkt, ein hevur havt frammi í føroysku bløðunum í gerst aktuelt í øllum almenna og politiska kjakinum, ið øll skulu fáa at síggja.