Tá nýggi skúlin við Løgmannabreyt í Hoyvík verður tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina, er talan ikki bert um fyrsta byggistig í størstu og dýrastu skúlabygging í Føroyum nakrantíð. Eisini innan føroyskan skúlaskap er skúlin eitt sindur av eini kollvelting, har pedagogiska hugtakið ”við støði í einstaka næminginum” fær ein heilt ítøkiligan týdning. Í staðin fyri siðbundnar floksstovur, har flokkurin situr samlaður allan dagin, verður tað tørvurin hjá tí einstaka næminginum, sum ger av, hvar hann skal vera.
Høli í tráð við tørv
Á tíðindafundi í morgun greiddi Árni Winther, arkitektur frá, at aðalhugsanin við bygninginum er, at hann skal kunna uppfylla øll nútímans pedagogisk krøv, umframt at hann lætt skal kunna lagast til framtíðar broytingar.
Í staðin fyri vanligar skúlastovur, fær hvør árgangur sítt egna øki, sonevnd Heimrustir, við hølum, ið verða tikin í nýtslu í tráð við tørvin hjá einstaku næmingunum. Hølini eru skipað soleiðis, at ymsir frálærumøguleikar lættliga kunnu setast í verk, alt eftir, um brúk er fyri bólkaarbeiði, samrøðum ella floksfrálæru.
Tá fyrsta byggistig verður tikið í nýtslu eftir summarfrítíðina, verður byrjað við 1. til 3 flokki. Tá øll fýra byggistigini eru tikin í nýtslu, rúmar skúlin út við 500 næmingum frá 1. til 9. flokk, umframt frítíðarskúla til 1. og 2. flokk. Eisini kemur skúlatannlækni at hava høli í skúlanum.
Atlit til grannalag
Umframt krøvini til sjálvan skúlan hava arkitektarnir eisini tikið atlit til grannalagið kring skúlan. Hóast út við 5000 fólk búgva í økinum, er heldur tunnligt við frítíðartilboðum. Tí er ætlanin, at dupulta fimleikarhøllin, høli til framførslur og onnur felagshøli í skúlanum skulu kunna brúkast til annað enn skúlavirksemi.
Seinni er eisini ætlanin at byggja nýggjan fótbóltsvøll við síðuna av skúlanum.
Samlaði kostnaðurin fyri skúlan liggur millum 150 og 170 milliónir krónir.