Føroyingar skulu í framtíðini avgreiða postin á bensinstøðum og handlum kring landið. Stjórin í Postverkinum fer seinnapartin í dag at kunngera eina umfatandi broytingarætlan Klokkan trý seinnapartin fer stjórin í Postverkinum Sofus Clementsen at greiða frá ætlaðu broytingunum, sum verður nevnd ?180 stig ætlanin?. Heitið boðar frá kollveltandi broytingum í Postverkinum.
Portalurin hevur tosað við keldur innan Postverkið, sum hava greitt frá broytingaruppskotinum hjá leiðsluni. Sambært okkara keldum inniber ætlanin, at nøkur posthús kring landið verða niðurløgd yvir eitt longri áramál, og at ávís postviðurskifti framyvir kunnu avgreiðast á Shell-støðum og í handlum.
Postverkið hevur sambært okkara keldum gjørt eina avtalu við Shell um, at ein partur av postavgreiðsluni framyvir verður á bensinstøðunum hjá Shell. Í økjum har eingin Shellstøð er, fer Postverkið at gera avtalur við handlar.
Postverkið hevur eisini í hyggju at innføra nýggjar elektroniskar skipanir, sum skulu gera avgreiðsluna lættari og skjótari.
Stjórin í Postverkinum, Sofus Clementsen, vil hvørki vátta ella avsanna tær upplýsingar, sum Portalurin hevur fingið uppspurt.
- Hatta eru reinar gitingar. Kom á tíðindafund seinnapartin, og so fáa tit nágreiniliga at vita, hvat ætlanin gongur út uppá, sigur Sofus Clementsen.
Hann váttar tó, at leiðslan arbeiðir við einari trý ára ætlan, sum verður nevnd 180 stig ætlanin, og at hon inniber stórar broytingar í Postverkinum.










