Kollveltandi broytingar í Gundadali

Gongst sum ætlað skal Tórsvøllur gerast eitt aljóða góðkent multifunktionelt stadion við hópin av ymsum møguleikum fyri viðfevnandi mentanarligum virksemi. Tað ætla Tórshavnar Kommuna og Fótbóltssamband Føroya, sum fyrrapartin almannakunngjørdu eina yvirskipaða menningarætlan fyri Tórsvøll og Gundadal.

 

Tórsvøllur, sum í dag bert er avmarkaður til at brúkast sum vøllur til nakrar fáar landsdystir árliga, skal bæði kunna nýtast til altjóða ítróttatiltøk, herundir fótbóltsdystir, og til konsertir, uttandura fimleikastevnur, stórar framsýningar, stórfundir, landskappingardystir og so víðari.

 

Tórsvøllur skal eftir ætlan umbyggjast í 5 byggistigum:

Millum annað er ætlanin

at Vaksa um sjálvan leikvøllin, so hann lýkur altjóða krøv

at Skifta grasvøllin út við altjóða góðkent graslíki

at Seta upp nýmótans ljósanlegg. Í dag er einki

at Reisa verju fyri vindi og yvirdekka áskoðaraplássini, so verja er fyri regni

og at avmarka talið av áskoðaraplássum úr 6.440 niður á umleið 5.500, so tóm avlopspláss verða færri.

Áskoðaraplássini á norður- og suðursíðuni verða tí tikin burtur

Ætlanin er at reisa nýggjan bygning á suðursíðuni, ið kann brúkast til nógv ymisk endamál, bæði ítróttarliga, vinnuliga og umsitingarliga

Og at enda at skipa stadionið við nýggjum inn- og útgongdum, ið lúka altjóða trygdarkrøv

 

Fyrsta byggistig er at seta upp eitt ljósanlegg, og tað arbeiðið er loungu byrjað.

 

Nýggju ljósini verða ætlandi tøk til fótbóltslandsdystin millum Føroyar og Italia 2. september.

 

Við vøllin í Gundadali er ætlanin at leggja eina rennibreyt við tilhoyrandi venjingarumstøðum ovarlaga á ítróttarøkinum

At útbyggja verandi svimjihøll og leingja svimjihylin, so hann lýkur olympisk krøv

At Byggja ein bygning millum HB- og B36-húsið og knýta húsini saman

At útbyggja Gundadalshøllina

Nýggja høvuðsinngongd til Tórsvøll

Leggja ræsir til fólk at ganga á millum ymsu ítróttarstøðini í Gundadali

Økja talið av parkeringsplássum

 

Prísurin fyri fýra tey fyrstu byggistiguni er millum 50-70 millióinir. FSF hevur nógvar pengar til góðar í UEFA, sum eru tilskrivaði útbygging og umbygging av leikvølli. Um ikki farið var í gongd við ætlanina, so er vandi fyri, at UEFA strikar pengarnar.