Botnliðið, Kyndil gav KÍF skarpan gang í kvøld, tá liðini hittust í høllini á Hálsi í Havn.
Endin var, at KÍF vann 33-32.
Tá tríggir minuttir vóru eftir legði Brian Slyne Kyndil á odda 31-30, men tá klokkan vísti 59:51 hevði KÍF vent støðuni til eina 33-31 leiðslu. Í seinasta sekundi minkaði Kyndil um munin til 33-32.
Í steðginum var KÍF á odda 14-13. Tá 49 minuttir vóru farnir var Kyndil á odda 27-24, men kollfirðingar vóru kaldari seinastu løtuna av dystinum.
Kyndil-KÍF 32-33 (13-14)
Kyndil: Jákup Jørgensen 9, Brian Slyne 8, Bogi Mikkelsen 4, Ovi Lützen 3, Tummas Jákup Sørensen 3, Andrias B. Sólsker 3, Jóan Pauli Patursson 2.
KÍF: Nicklas Selvig 7, Jón Súni Kjærbæk 7, Hjalti H. Matras 6, Karl Martin Olsen 5, Fríði Weyhe 4, Vuk Stevanovic 2, Bárður Dam 1, Tony H. Weyhe 1.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 6 | 173 | 158 | 15 | 11 |
KÍF | 6 | 174 | 160 | 14 | 10 |
H71 | 6 | 161 | 157 | 4 | 6 |
TEAM KLAKSVÍK | 5 | 137 | 140 | -3 | 4 |
STÍF | 4 | 121 | 115 | 6 | 3 |
NEISTIN | 5 | 129 | 153 | -24 | 2 |
KYNDIL | 6 | 144 | 156 | -12 | 2 |