Næmingarnir í 5. flokki í Kollafjarðar skúla eru bestir at stava.
Í dag var finalan í stóru stavikappingini í SMS Stava 2014, og tá samanum kom, vóru tað næmingarnir í Kollafjarðar skúla við Onnu Rúnu Jakobsen sum lærara, ið vóru bestir at stava og harvið vunnu kappingina. Vinningurin er ein veitsla fyri allan flokkin.
Kappingin Stava 2014 er millum allar 5. flokkar í landinum. Fyrsta umfar í kappingini var 14. februar, og seinna umfar var 28. februar.
Í gjár var hálvfinalan, har tilsamans seks flokkar luttóku. Til sjálva finaluna í dag kappaðust tveir flokkar um at vinna Stava 2014.
Kappingin fór soleiðis fram, at ein næmingur fyri hvønn flokk stóð á pallinum og stavaði, meðan hini í flokkinum eisini vóru hjá. Harafturat vóru lærarar, vinfólk og familja eisini til staðar og heppaðu.