Kollfirðingar sigraðu í Hoyvík

FTZ-deildin: Heldur óvæntað vann KÍF úti ímóti H71

Fyri einari viku síðani bleiv greiða oddaliðið í FTZ-deildini, H71, steypavinnari annað kappingarárið á rað. Undan landskappingardystinum ímóti KÍF í dag høvdu hoyvíkingar eisini vunnið seinastu seks dystirnar í FTZ-deildini, men hendan sigursrøðin endaði í dag. KÍF vann nevniliga 25-23 í Hoyvíkshøllini.

 

Tað var ein javnur dystur allan vegin ígjøgnum. Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin var javnleikur 5-5, men løtu seinni gjørdu hoyvíkingar eitt hál og løgdu seg á odda 10-7. KÍF reisti seg tó aftur og kom á javnt 11-11. Kortini fór H71 til hálvleiks á odda 13-12.

 

Í seinna hálvleiki settu kollfirðingar veruligan trumf á. Eitt korter inni í seinna hálvleiki var støðan 19-15 til KÍF, og eftir hetta kom H71 ongantíð fyri seg aftur. Hoyvíkingar nærkaðust tó og fingu minkað munin niður til 21-20, men at enda var KÍF stinnari og vann 25-23.

 

Í Klaksvík hevur dystur eisini verið ímillum botnproppin í deildini, Team Klaksvík, og Neistan, ið er á fimta plássi. Her vóru neistamenn ávegis tí væntaða sigrinum í fyrra hálvleiki, tá ið teir fóru til hálvleiks á odda 16-11. Í seinna hálvleiki beit heimaliðið tó veruliga frá sær og skapti háspenning í dystinum. Munurin var lítil og ongin, men eftir 60 minuttir hevði Neistin skorað eitt mál meira enn Team Klaksvík og vann 29-28.

 

Úrslitini geva hesa støðuna í FTZ-deildini, sum sær rættiliga spennandi út:

 

1. H71 25 stig  

2. VÍF 21 stig

3. KÍF 21 stig 

4. Kyndil 18 stig 

5. Neistin 16 stig

6. StÍF 10 stig

7. Team Klaksvík 1 stig

 

Øll liðini hava spælt 16 dystir, undantikið VÍF, ið hevur spælt 15 dystir, og Team Klaksvík, sum hevur spælt 17 dystir.

 

Málskjúttarnir frá dagsins dystum síggjast niðanfyri:

 

H71-KÍF 23-25 (13-12)

 

H71: Peter Krogh 6, Jónas Gunnarsson Djurhuus 5, Helgi Hildarson Hoydal 4, Hilmar Leon Jakobsen 3, Hjalti Bachmann 2, Sigmundur Dahl 1 og Ári Dam 1.

 

KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Rúni Joensen 6, Andrias Nielsen 5, Ási Dam 2, Frederik Sørensen 1 og Fríði Weyhe 1.

 

 

Team Klaksvík-Neistin 28-29 (11-16)

 

Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 10, Finnur Hansson 7, Birgir Poulsen 5, Andrias Ellingsgaard 3, Vilhelm Vilhelmsen 2 og Hans Arni B. Thomsen 1.

 

Neistin: Rói Berg Hansen 7, Andras Joensen 5, Torkil Hentze 5, Teis Horn Rasmussen 5, Herbjørn Lava 3, Torstein Balle 2, Terji Mørk 1 og Pætur Mikkjalsson 1.