Kollfirðingar niður á jørðina

Eftir at hava vundið burtur úr meistaraliðnum fyri viku síðani, varð KÍF so dyggiliga sett upp á pláss, tá H71 var mótstøðuliðið

Hondbóltur

At tað er skjótt hvønn vegin í ítrótti, eru avrikini hjá KÍF seinastu góðu vikuna gott dømi um.
Fyri viku síðani løgdu teir lunnar undir kappingarárið við einum stríðsavriki, sum var nóg mikið til at senda meistararnar úr Kyndli til hús við stórtapi. Hesaferð vóru hoyvíkingar mótstøðuliðið, og tað var ikki bara sum at siga tað. Longu fyrstu tíggju minuttirnir bóru boð um, at hetta skuldi ikki vera dagurin hjá KÍF, og við støðuni 2-9 valdi Kári Durhuus at rópa sínar menn inn til time-out, hóast bara smáir tíggju minuttir vóru farnir á klokkuni.
Eftir hetta gekst nakað betri, men tó ikki soleiðis, at munurin minkaði nakað serligt. Hoyvíkingar hava styrkt sær væl um liðið í summarsteðginum, og teir megnaðu uttan stórvegis trupulleikar at halda tørn.
Tað gjørdu teir eisini eftir steðgin, og spakuliga noyddust KÍF at ásanna, at her fekst einki burturúr. Seinastu løtuna tóktist eisini, sum høvdu teir givið upp alla vón um at fáa nakað burturúr dystinum, og so kundi H71 í friði og náðum økja um leiðsluna, sum at enda gjørdist heili 11 mál.

Miðja høgt
Saman við avrikinum móti VÍF seinast er einki at ivast í, at avrikið hesaferð var við til at geva hoyvíkingum trúnna uppá, at tað væl kann gerast eitt stuttligt kappingarár hjá teimum í ár.
Tá Henrik Gerster kom til sum venjari fyri góðum ári síðani vóru boðini, at teir um tvey ár skuldu gerast partur av føroyska hondbóltsoddinum, og nú gott ár seinni er als ikki óvist, at tað málið er so veruleikafjart. Plássið í steypafinaluni í fjør staðfesti eisini, at liðið kann røkka langt á einum góðum degi, og nú ræður um at bera so í bandi, at tað verður styttri millum góðu avrikini.
Hjá KÍF var talan um ordans bakkaláara, eftir at teir høvdu lagt so bragdliga fyri. Nú bendir veruleikin aftur meira tann vegin, at teir mugu stríðast fyri at sleppa undan botninum. Men júst tað at stríðast er ein av fremstu eginleikunum hjá liðnum, og tað skuldi verið ógvuliga løgið, um teir bara tveita handklæðið í ringin soleiðis uttan víðari.

Fakta um dystin
KÍF-H71 26-37 (14-20)
Málskjúttar
KÍF: Gert Hansen 4, Rógvi Weihe 4, Regin Petersen 4, Eddie Joensen 4, Mirko Milenkvic 2, Kristian Madsen 2, Jóan Pauli Olsen 2(1), Teitur Joensen 2, Petur Martin Poulsen 1, Sune Davidsen 1
H71: Halgir Dahl Olesen 8, Piti Negru 7, Niels Viggo Niclassen 7(4), Henrik Gerster 5, Birgir Kass 4, Christian Eli Zachariassen 3, Høgni M. Joensen 2, Olaf Vestergaard 1
Brotskøst: KÍF 2, H71 4
Útvísingar: KÍF 2, H71 3
Dómarar: Hartvig Joensen & Pole Hansen.