Manshondbóltur
Ein partur av sálarfrøðini innan ítrótt snýr seg um hugtakið »at tora at vinna«. Við hesum verður meint við, at lið ella einstaklingar skulu duga at halda høvdið kalt, tá ein sigur er í nánd, soleiðis at tað vunna ikki verður tveitt burtur í evstu løtu.
Kanska skuldu kollfirðingar fingið sær okkurt skeið í júst hesum partinum av lærubókunum, tí tað tykist í øllum førum, sum kollfirðingarnir slettis ikki duga at vinna.
Sunnudagin høvdu teir fyri aðru ferð á rað somikið gott tak á mótstøðuni, at tá ein minuttur var eftir, mundi eingin ivast í, at sigurin var vísur, men enn einaferð megnaðu teir onkursvegna at tveita alt burtur.
Javnur dystur
Dysturin móti Kyndli var annars ein av teimum, sum alla tíðina var spennandi. Mest sum alla tíðina var bert hitt eina málið á muni millum partarnar, og tó at Kyndil eitt lítið skifti kring steðgin royndi at toga seg frá, so var javnvágin skjótt funnin aftur.
Seinastu tíggju minuttirnar ella har á leið var tó líkt til, at kollfirðingarnir skuldu rýma undan. Tó at Kyndil royndi at ansa jugoslaviska stórskjúttanum hjá KÍF, Damir Oros, so helt hesin nærum einsamallur muninum á tveimum málum, og hóast kollfirðingar eina løtu máttu spæla við einum manni í undirtali, so megnaði Oros kortini at skora. Við hálvum øðrum minutti eftir skeyt hann enn einaferð kollfirðingarnar tvey mál framum, men tá dómararnir so løtu seinni góvu honum tveir fingrar, fór av álvara at standa á. Og so kundi Kyndil so við teimum báðum seinastu málunum í dystinum bjarga øðrum stiginum.
Bronsan nærkast
Og tað er einki at siga til, um kollfiðringar onkursvegna kenna seg snýttar. Ikki tí. Teir hava bert sær sjálvum at takka fyri, men við jøvnu støðuni á talvuni høvdu nøkur fleiri stig fyri seinastu dystirnar komið væl við. Munurin upp til Neistan á triðja plássinum er tó ikki meira enn trý stig, og við komandi dystum móti H71 og Tjaldri er tí ikki óhugsandi, at KÍF fer at liggja væl fyri í bronsustríðnum, tá farast skal undir seinasta fjórðingin av kappingini.
Tað ger Kyndil sum so eisini. Og kanska meira týdningarmikið, so kunnu teir sjálvir gera av, hvussu støðan verður undan endaspurtinum. Verður talan um sigur í komandi dystinum móti Tjaldri, er alt lagt upp til, at teir við einum sigri í grannauppgerðirni kunnu leghgja seg á bronsuna, men tað krevur so eisini, at meira stabilitetur fæst inn í spælið.
Dysturin í tølum
Kyndil-KÍF 30-30 (15-13)
Málskjúttar:
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 7(2), Jacob Jónsosn 6, Heini Bendtsen 5, Janus Einar Sørensen 3, Høgni Klein 3, Ken Zachariasen 1
KÍF: Damir Oros 12, Petur Martin Poulsen 5, Regin Petersen 5, Kristjan Madsen 3, Mirko Milinkovic 2, Rógvi Weihe 1, Finn Heri Johannesen 1
Brotskøst: Kyndil 5
Útvísingar: Kyndil 1, KÍUF 6
Dómarar úr Tjaldir: Kári Hansen & Trygvi Mortensen.