Neistin-KÍF 27-29 (11-13)
Talan var um meira enn hálva sensatión, tá KÍF í kvøld var á vitjan hjá Neistanum í hálvfinaluni í steypakappingini.
Tað eydnaðist nevnliga kollfirðingum at stríða seg til ein sera óvæntaan sigur móti stórfavorittunum, og nú stendur KÍF við betru kortunum undan seinnu hálvfinaluni, sum verður spæld í Kollafirði.
Veruliga fyrimunin vunnu kollfirðingar sær seinastu 20 minuttirnar av dystinum, sum fram til tá hevði verið sera javnur.
Neistin hevði annars tikið seg nakað framum, men seinastu 18 minuttirnar vann KÍF ikki minni enn 12-6, og so var fagnaðurin skilliga stórur hjá teimum, tá dómararnir høvdu bríkslað fyri seinastu ferð.
Hjá Neistanum skutu Blagoje Buha, Tróndur Kragesteen og Finnur Hansson 6 mál hvør. Rógvi Weihe og Arnbjørn T. Hansen skutu 7 mál í part fyri KÍF.