Kollfirðingar eru svangari eftir grundstykkjum enn rundstykkjum

   

Kári Árting
Valevni Tjóðveldisfloksins til Býráðsvalið í Havn
???????

Fyri rúmari tíð síðani frættist um at komunan arbeiddi við einari byggiætlan fyri Kollafjørð. Hetta er skilagott og eisini tiltrongt, tí gamli vegurin, sum er meginæðrin í bygdini er ikki annað enn gamli grúsvegurin, sum upprunaliga var gjørdur til hestavogn. Síðuvegirnir liggja sum eg veit ikki hvat og sýnið er manga staðni ringt. Hetta hósk-ar ikki til tíðarinnar krøv um ferðslutrygd og null-hugsjón.
Tað eigur at bera til at geva sær stundir, at nýta evni og hugflog fyri at gera eina vælumhugsaða byggiætlan fyri bygdina. Tí tað finnist jú longu ein byggisamtykt fyri bygdina, so tað skuldi ikki verið neyðugt at bíða leingi fyri at fáa avgjørt hvar nøkur hús kunnu standa, uttan at hetta kemur at spolera allar framtíðarætlanir.
Grundstykki hava ikki verið tøk í rúma tíð, og einki røkist fyri nakrari nýggjari útstykking.
Komunan kann sjálvandi vísa á at grundstykki eru til taks í Hoyvík, men tað eru tey so sanniliga eisini í bygdunum Norðanfyri.
Tað kann ikki vera meiningi við samanleggingini, at fólk skulu flyta burtur úr bygdini, tí tá er einki vunnið hjá nøkrum.