Nú flogbóltsárið er farið at halla, verður so smátt hugsað um endan á kappingarárinum, ið plagar at vera tann stóra gallaveitslan, har kvinnur og menn hittast í góðum veitslulagi, samstundis sum nógv verður gjørt burturúr at heiðra tey bestu í farna kappingarárinum.
Hesaferð eru tað tey í KÍF, sum hava tikið á seg at skipa fyri gallaveitsluni, sum verður leygarkvøldið 26. apríl.
– Tað liggur ikki fyri hjá okkum at hava veitsluna beint eftir FM-finalurnar, og fyri ikki at raka páskirnar, hava vit fyribils valt 26. apríl, sigur Guðrun L. Joensen frá KÍF og veitslubólkinum, sum skipar fyri stóru flogbóltsgallaveitsluni.
– Vit vilja heita á tykkum um at seta kross í kalendaran, og vónandi koma øll veitsluglað, hóast tað er liðið eitt sindur út á árið.