Kollektivið vann

Sterka og kollektiva manningin hjá TB kvinnunum lá allanvegin trygt á stuðulsalduni frá teimum nógvu áskoðarunum. Dysturin gjørdist stundum væl leiktur og spennandi, og vit fingu eitt hitt størsta flogbóltsupplivilsi í longri tíð

FLOGBÒLTSFINALA

Í nógvar mátar var kvinnufinalan leygardagin ein dystur, sum kundi fara báðar vegir. Liðini er áleið javnt góð í styrki, og hevði ÍF havt betri skil á nervunum, so kundi steypið tað sama enda í Fuglafirði.
Karmarnir rundanum dystin vóru ? eins og í hinum dystinum leygardagin ? heilt framúr. Tað skilst á øllum brøgdum, at flogbólturin hevur stóran týdning fyri fólk á Tvøroyri, og tey stuðlaðu so dyggiliga sínum gentum.
Heldur ikki stuðulin úr Fuglafirði var nakað at kimsa at. Samanlagt vóru áskoðarnir høvuðsorsøkin til, at hetta má vera eitt hitt minniligasta flogbóltsupplivilsi hjá føroyskum kvinnuflogbólti í longri.
ÍF liðið stendur og fellur við teimum báðum útlendsku leikarunum, og tá hesar ikki megna at halda støðið og gera fleiri persónligar feilir, so gevur úrslitið seg sjálvt.
Unga TB liðið byggir á eitt sterkt kollektiv, har onkur profilur er, men tað er felagsinnsatsurin á øllum plássum á einum javnt góðum støði, sum leygardagin var nóg mikið at vinna steypafinaluna fyri aðru ferð á rað.

Nervar
Byrjanin á dystinum gjørdist almikið nógv merkt av nervum. Frá byrjan vistu ÍF kvinnurnar ikki hvat var upp ella niður. TB kom á odda 6-0 so at siga bert við feilum frá ÍF.
Eftir at hava fingið savnað sær nervarnar komu ÍF kvinnurnar aftur í dystin. Støðan gjørdist 6-6. Tað var einamest Nikolna Alter, sum vísti vegin fyri ÌF kvinnurnar. Hon kann ivaleyst kallast fyri besti álopsspælari í meistaradeildini hjá kvinnum.
ÍF kom uppá 6-6, men kom ongantíð við nakrari stórvegis hóttan móti TB. Treyðugt so, ÌF hevði á álopssíðuni nøkur góð álop við góðum og avgerandi smasjum. Uppspælið riggaði tó stak illa, og eingin tryggleika tóktist at vera yvir støðuna.
Tað kann heldur ikki vera so lætt bara soleiðis at finna fótafesti í einari steypafinalu við fullum húsi av áskoðarum. Í øllum førum tóktist nakað nógv av fjáltri at merkja kvinnurnar úr Fuglafirði.
Í roynd og veru gjørdu liðini øvugt av hvørjum øðrum. TB liðið spældi yvirbevísandi trygt allanvegin uttan at kasta ov óneyðugt vekk við persónligum feilum.
Leikararnir á vøllinum fylgdu rútmini hjá teimum uttanfyri trúgvu stuðlunum uttanfyri, og fyrsta settið gjørdist ein sannførandi sigur til TB.

Hamskift
Frá byrjan í øðrum setti var ÍF mest sum hamskift. Tær funnu fram flótandi gott álopsspæl við tryggum móttøkum, góðum hevingum og avgjørdum smasjum. Hinvegin komu bæði móttøkan hjá TB og blokkurin illa frá byrjan í øðrum setti.
Longu í øðrum setti sást, at uppskriftin hjá ÌF ? skuldi nakað spyrjast burturúr hendan leygardagin fyri fullum húsi ? var at finna ró serliga í uppspælinum.
Tað mesta av dystinum hevði hevarin hjá ÍF trupult við at leggja álopsspælið til rættis. Móttøkurnar hjá ÍF vóru tað mesta av dystinum heldur ikki tær bestu, men í seinna setti vístu tær meira, hvat tær eru førar fyri at gera á vøllinum.
Sum ikki einaferð var tað Nikolna Alner, sum frá byrjan vísti, hvussu álopsspæl skal handfarast.
ÍF uppbygdi eina hampuliga leiðslu. Hóast TB fekk meira skil upp á spælið hjá sær helt ÍF munin heilt upp til støðuna 21-21. TB vann sær størri megi í álopsspælinum, og teir dugdu betri og betri at fáa stig móti veiku verjuuppstillingunum hjá ÍF.
TB kom aftur á 24-24, eftir at ÍF vann seg eitt sindur framum.
Og tað var ógvuliga passandi fyri settið, at tveir teir síðstu bóltarnir vórðu avgjørdir við tveimum royndum frá Nikolnu Alter. Alt settið var hon at kalla einki darvað av blokaduni hjá TB, og í tveimum teimum síðstu og avgerandi bóltunum, vann hon stig umvegis blokkin hjá TB.

3. sett
Við einum setti í viðførinum í part var greitt, at triðja settið skuldi gerast avgerandi fyri í hvørjum horni av landinum, steypið skuldi standa.
Lítið skil var á spælinum hjá TB í byrjanini av settinum, og tær flestu av móttøkunum fóru beinleiðis aftur til ÌF.
Fuglafjarðakvinnur vunnu seg framum 8-2.
Men ógvuligandi sigandi fyri dystin, vann TB seg aftur í dystin við dygdargóðum spæli frá fleiri leikarum. Hevingarnar á miðjuni riggaðu ógvuliga væl hjá TB, sum annars høvdu verið nakað afturhaldandi á hesum partinum av álopsspælinum.
Frá einari greiðari leiðslu til ÍF gjørdust javnt millum liðini miðskeiðis í settinum.
Harfrá fylgdust liðini so at siga allanvegin. ÍF hevði kortini munin til støðuna 24-24 við tveimum settbóltum. Tær fingu tann triðja settbóltin eisini, men fingu ikki skil á nervunum til at avgera dystin.
Bæði liðini spældi gott álopsspæl. ÍF kvinnurnar smasjuni sera avgjørt, hóast hevingarnar ikki altíð vóru tær bestu. Á TB liðnum var tað serliga Gudrid Nolsøe, sum vísti vegin í álopsspælinum, men í verjupartinum stóð heldur verri til hjá TB. Tær fingu ikki fyrimunirnar við liberospælinum.
Líka so gott og kontant sum ÍF bygdi upp álopsspælið og eina leiðsla, líka kraftigt small ÌF burturímillum, og nervarnir tóku fullkomiliga ræðið á liðnum.
Hjá TB var tað Marina Popovic við góðum hevingum frá navnanum, sum helt lív í vónini, og í royndu og veru avgjørdu settin og dystin til fyrimuns fyri TB.

4. sett
Við fjórða settinum kundi ÍF tryggja sær steypið. Sum heild var støðið nakað lægri enn í bæði øðrum og triðja settinum.
Tað gekk javnt á tað mesta av settinum, men móti endanum fór TB framum. ÌF kundi ikki aftur finna rætta stevið, og tær taptu settið 25-20, uttan at tær orku til at geva tað síðsta, ið skuldi til.
Ein greiður munur á liðunum var eisini, at hevarin hjá TB fekk sítt spæl betri at koyra, enn starvsfelagin hinumegin netið. Tað er einki at taka seg aftur í, at størstu álopsessini á vøllinum, men í fleiri førum lóu hevingarnar alt ov lágt til serliga Nikolna Alter. Tað hevur stóran týdning, at hon sleppur at sláa so høgt sum gjørligt, og tað var oftani heldur ein veikur TB blokkur, sum skapti grundarlag fyri stóran parti av stigunum hjá TB.
Stuttligt fyri dystin var at altjóða dómarin, Birger Christensen, konsekvent dømdi fyri dupultslag og føring. Eftir dystin segði Birger, at hann roknar ikki við, at føroysku leikararnir vóru vanir við at verða dømdir fyri hetta.
Hjá ÌF liggur nógv tann tyngsta byrðan á herðunum hjá teimum báðum útlendskum leikarunum ? á kantinum og á miðjuni.
Tá tær byrja at gera persónligar feilir og missa takið á dystinum, so verður úrslitið hareftir. Hevði álopsspælið var líka sannførandi allan dystin sum í øðrum setti hjá ÌF, so kundu tær tað sama endað við tyngri metal um hálsin.
Tá á stóð small saman hjá ÍF, og tær kunnu í síðsta enda takka sær sjálvum fyri, at tær ikki tóku møguleikan, teir vunnu seg fram til.
Tað er einki at taka seg aftur í, at genturnar av Tvøroyri hava eitt kollektiv fram um alt annað. Liðið hevur eina fastu stammu, og tær spældu allan dystin uttan at gera eina einastu útskifting. Í avgerandi løtum stinga ymsir profilar seg fram, men tað er í síðsta breiddin í væl samanspældu eindini, ið vann tryggjaði steypið aðru ferð upp í slag.