Kolldømir dóm um ágang og letur Bill Cosby leysan

Avgerðin er tikin, eftir at Cosby hevur sitið meira enn tvey ár av dómi, sum hann fekk í 2018 fyri ágang.

Hægsti rættarmyndugleiki í Pennsylvania hevur kolldømt dóm yvir Bill Cosby um kynsligan ághang. Tí verður hann latin leysur úr fongsli. - Foto: Matt Rourke/Ritzau Scanpix

Hægsti rættarmyndugleiki í Pennsylvanina kolldømir ein dóm yvir Bill Cosby um kynsligan ágang. Tí verður hann latin leysur úr fongsli.

 

Avgerðin er tikin, eftir at Cosby hevur sitið í meira enn tvey ár av einum dómi, sum hann fekk í 2018 upp á millum trý og fýra ára fongsul fyri kynsligan ágang ímóti eini kvinnu í 2004.

 

Í eini 79 síður drúgvari frágreiðing koplldømir hægsti dómstólur í Pennsyulvanina dómin yvir Cosby, sum kanska verður latin leysur innan fáar tímar, men tað er ógreit tnær.

 

– Dómurin hjá Cosby er kolldømdur, og hann verður latin leysur, verður sagt.

 

Cosby hevur sagt, at hann heldur vil sita tíggju ár í fongsli enn at angra, at hann hitti Andreu Constand í 2004.

 

Bill Cosby varð lagdur undir at hava doyvt og kynsliga misnýtt Andreu Constand. Cosby hevur víst aftur, at talan var um ágang móti Constand. Hann heldur uppá, at samtykki varð givið frá hennara síðu.

 

Í 2019 tapti Cosby eitt kærumál.

 

Men dómstólurin í Pennsylvania heldur nú, at ein prosedurufeilurer gjørdur í rættarmálinum ímóti skemtarinum og sjónleikaranum, sum einaferð var ein av fólkakærastu sjónvarpsstjørnum í USA.

 

Rætturin ger greitt, at Cosbuy hevði stólað upp á eit tlyfti frá einum fyrrverandi ákæra í málinum. Tað gekk út uppá, at Cosby ikki vildi verða rættarfylgur fyri útsagnir, hann hevði sett fram í sivila rættarmálinum.

 

Øll elskaðu Bill Cosby, tá hann hevði leiklutin sum Cliff Huxtable í »The Cosby Show« – og hann varð ofta umrøddur sum pápi Amerika.

 

Tilsamans umleið 60 kvinnur hava lagt Cosby undir kynsligan ágang, sum skal hava staðið uppá síðani sekstiárini.

 

Flestu av ákærunum kunnu ikki roynast í rættinum, tí tær eru firnaðar. Tí var tað bert ákærurnar frá Andreu Constand, sum endaðu í rættinum.

 

Bill Cosby er í dag 83 ára gamal.

 

/ritzau/Reuters

 

 

 

 

 

 

 

Hægsti rættarmyndugleiki í Pennsylvania hevur kolldømt dóm yvir Bill Cosby um kynsligan ághang. Tí verður hann latin leysur úr fongsli. - Foto: Matt Rourke/Ritzau Scanpix