Kollafjord Pelagic stongt

Kollafjord Pelagic er stongt, og øll tey 20 starvsfólkini eru uppsøgd 2007 royndist sera illa fyri Kollafjord Pelagic, sum bara fekk góð 5.000 tons at virka. Tað er sera lítið, tá hugsað verður um, at virkið hevur orku til at skera 400 tons og frysta 500 tons av fiski um dagin.

Bara umleið fimm prosent av samlaðu føroysku sildakvotuni vórðu landað til matna í Føroyum í fjør, og útlitini fyri 2008 eru einki mætari.

Kollafjørð Pelagic var upprunaliga bygt av hollendsku fyritøkuni Kloosterboer Overseas, men í 2003 yvirtikið av føroyingum. Sverri Hansen, nevndarformaður í Kollafjørð Pelagic, sigur við Kringvarpið, at skuldin, sum Eik hevur fíggjað, liggur um 100 milliónir.