Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, harmast at fólkatalið í Kollafirið minkar, og heldur at trekar mannagongdir at útvega sær grundstykki er ein av høvuðsorsøkunum til gongdina.
Sambært uppgerð frá Hagstovuni, vóru 819 fólk skrásett at búgva í Kollafirði miðskeiðis í 2010, meðan tað í desember 2014 vóru 750 fólk, ið vóru skrásett at búgva har. Fólkaminkingin fer fram, samstundis sum almennir bygningar og stovnar verða útbygdir.
- Skula allar hesar útbyggingar í Kollafirði saman um tikið geva nakra meining, so er neyðugt í minsta lagi at halda fólkatalið í bygdini við líka. Kommunan kann ikki longur hyggja at, meðan bygdin bløðir út, tí tað unga fólkið ikki fær sett seg niður í bygdini, sigur Jógvan Arge í lesarabrævi í dag.
Les eisini: Kollafjørður bløðir burtur
Sambært honum leita ungir Kollfirðingar sær aðrastaðni at festa sær bústað, vegna trupulleikar at fáa til vega grundstykki í egnari bygd. Margháttliga støðan verður tískil, at almennu umstøðurnar batna, meðan bústaðartrupulleikar føra við sær, at fólk flyta av bygdini, og tískil ikki fáa ágóðan av almennu stovnunum og bygningunum.
- Tí er alneyðugt, at kommunan sum skjótast endurskoðar sín politikk um grundstykkir á bygd. Hesin problematikkur má onkursvegna loysast í einari serskipan, hvørs høvuðsendamál er halda við líka og/ella tryggja natúrliga menning í bygdunum í kommununi, sigur varaborgarstjórin í Tórshavnar Kommunu.